- Bæði guvernørurin og parlamentsforsetin, Sergey Aksyonov (í miðjuni) og Volodymyr Kostiantynov, flýddu sambært fregnartænastukeldum av Krim týskvøldið. Mynd: Reuters.

Leiðandi politikarar flýggja av Krim

- Teir eru uppringdir úr Moskva og kunnaðir um, at vandi kann vera fyri lívinum, siga ukrainskar fregnartænastukeldur.

- Bæði guvernørurin og parlamentsforsetin, Sergey Aksyonov (í miðjuni) og Volodymyr Kostiantynov, flýddu sambært fregnartænastukeldum av Krim týskvøldið. Mynd: Reuters.

Ukrainska sjónvarpsrásin Kanal 24 sigur, at bæði guvernørurin á Krim og parlamentsforsetin, Sergey Aksyonov og Volodymyr Kostiantynov, flýddu av Krim týskvøldið. 

 

Sagt verður, at tað er ein fregnartænastukelda, sum hevur borið Kanal 24 hesi tíðindini, og keldan veit eisini at siga, at ukrainskir myndugleikar nú vita, hvar teir báðir flýddu eru. 

 

Russiskur hernaðarútbúnaður á Krim er í meira enn einum føri raktur av bumbum, og seinasta hendingin var í gjár.

 

Sjónvarpsrásin veit at siga, at teir báðir, Aksyonov og Kostiantynov, eru uppringdir úr Moskva og eru kunnaðir um, at vandi kann vera fyri lívinum.

 

Lagt verður aftrat, at fólk, sum starvast hjá guvernørinum á Krim, oyðiløgdu skjøl alla náttina fyri, at teir báðir flýddu av hálvoynni.

 

Ukrainska sjónvarpsrásin og russiska Pravda siga sambært Reuters, at russar nú eru byrjaðir at flyta flogfør og tyrlur longur inn á oynna.

 

- Bæði guvernørurin og parlamentsforsetin, Sergey Aksyonov (í miðjuni) og Volodymyr Kostiantynov, flýddu sambært fregnartænastukeldum av Krim týskvøldið. Mynd: Reuters.