Leif heldur fram í EB/Streymi

Ein av profilunum seinastu mongu árini, hevur longt sín sáttmála við barndómsfelagið

Higartil hevur EB/Streym mestsum bara mist profilar av liðnum frá farna kappingarárið. Leikarar sum Arnbjørn Hansen, Gert Hansen, Hans Pauli Samuelsen og René Tórgarð eru givnir í felagnum. Tað var tí heldur ikki óhugsandi, at ein leikari sum Leif Niclasen, kundi vera á veg úr felagnum, eftir at kappingarárið endaði fyri tveimum vikum síðani.

 

Leingi ljóðaði, at NSÍ hevði áhuga at knýta vongspælarin hjá EB/Streymi afturat hópinum, sum ein avloysara fyri Andy Olsen, ið skifti til ÍF.

 

Men í kvøld boðar EB/Streymur frá, at Leif Niclasen hevur longt sín sáttmála við barndómsfelagið fyri 2015.

 

28 ára gamli Leif Niclasen hevur higartil einans umboðað EB/Streym, har hann er blivin føroyameistari 2 ferðir. Í 2013 hevði Leif Niclasen eitt framúr kappingarár, har hann skeyt 19 mál í 37 dystum.

 

Leif Niclasen er skrásettur fyri 2 landsdystir fyri Føroyar.