- Tað er vert at kanna, um vit kunnu fáa eina skipan, har kommunan eigur grundøkið, men leigar tey til fólk í longri tíðarskeið. Hetta verður gjørt í Reykjavík, og tí kundu vit gjørt okkurt líknandi her í Havn, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Eitt av stóru málunum í høvuðsstaði okkara eru teir høgu sethúsaprísirnir. Nú ætlar Heðin at kanna, um tað ikki ber til at fáa hesar prísir niður.
Hann hevur hugt eftir eini skipan í íslendska høvuðsstaðnum, har kommunan eigur grundøkið og leigar tað víðari í t.d. 50 ella 75 ár.
Her hevur húsakeyparin somu rættindi at ráða yvir grundini, sum var tað ein vanlig ogn. Hetta tiltalar borgarstjóran í Havn, sum fer at biðja umsitingina í Tórshavnar Kommunu um at kanna hetta nærri.
Heðin Mortensen vísir á, at miðalprísurin í Havn er um 2 mió krónur, og til at fíggja tað mugu tvær góðar inntøkur til. Samstundis er tað ein sannroynd at fólkatalið minkar, samstundis sum skeivleikarnir í aldurssamansetingini og kynsbýtinum gerast sjónligari og sjónligari.
Í Reykjavík verður arbeitt við, at gera treytirnar at gjalda eitt grundøki skulu gerast bæði tiltalandi og lokkandi, samstundis sum íslendski húsalánsgrunnurin lænir 80 prosent av upphæddini til vanlig sethús, eisini til útlendingar.
Heðin Mortensen hevur sent miðlunum eitt lesarabræv, har hann umhugsar eina líknandi ætlan.
Men, sum hann tekur til: - Kommunan ger tað ikki einsamøll, tí bankar, innflutningsvinna og byggivinna mugu spæla við, saman við landsstýrinum.
- Tí tað nyttar ikki, at grundøkini gjøgnum skipan við leigu verða bíligari at útvega, um prísurin á restini hækkar samsvarandi. Her mugu stýringsmekanismur ásetast, slær borgarstjórin í Havn fast.
Fyri hann er eingin ivi at lógvatak eigur at verða tikin saman í hesum máli.
- Eitt er vist, at húsaprísirnir verða avgerandi fyri búsetingina og tilflytingina til Føroya, og harvið allari búskaparmenningini, ger Heðin Mortensen greitt.