Sebastian Pingel er ein av 16 spælarunum, sum hava fingið leikbann, sum fylgi av eini sak um fíggjarligan ágóða í Odder IGF fyri tveimum árum síðani. Spælararnir hava fingið fíggjarligar ágóðar av leiklutinum sum hjálparvenjarar, uttan at hava verið tað.
- Hatta kenni eg einki til. Eg havi ikki hoyrt nakað frá nøkrum um málið, annað enn at eg visti, at mítt gamla felag hevur fingið eina bót, sigur Sebastian Pingel.
16 spælarar hava fingið leikbann í millum tveir til seks dystir. Millum teirra er eisini Simon Skibsted, sum eitt skifti fyri nøkrum árum síðani spældi við ÍF.
FSF onga viðmerking
Enn er ógreitt, um leikbannið hjá Sebastian Pingel er galdandi fyri føroysku kappingina. Umframt at tað er danska fótbóltssambandið, sum hevur givið leikbannið, so er talan um eitt mál, ið er tvey ára gamal.
- Eg havi ongar viðmerkingar í løtuni, sigur Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum.
Helst er málið so nýtt, at tað antin ikki er komið í kappingarnevndina, ella at kappingarnevndin ikki hevur viðgjørt møguliga málið.
Fyrrdagin skrivaðu vit um fíggjarsvikið í danska felagnum, Odder IGF, har fyribils fimtan spælarar hava fingið leikbann. Orsøkin er tann, at felagið hevur skrásett misteinkiliga nógvar hjálparvenjarar, sum ikki upprunaliga hava verið tað allíkavæl.
Heimasíðan hjá DR skrivar, at hóast fleiri av spælarunum vóru skrásettir sum hjálparvenjarar, var leikluturin hjá teimum í felagnum einans at spæla á besta liðnum. Teir vóru skrásettir sum hjálparvenjarar fyri at fáa fíggjarligar ágóðar.
Millum annað hava hjálparvenjarar í Danmark fyrimun við sokallaðum koyripengum, men tá nú danska disciplinerinstansin hevur kannað fleiri av leikarunum, eru tað fleiri av teimum, ið hava verið skrásettir, ið ikki eingongd eiga bil.
Odder hevur fingið harða revsing fyri gerðina. Felagið hevur fingið trekt 12 stig av stigatalvuni, umframt at felagið skal rinda eina bót á 100.000 krónur. Harumframt hava tíggju leikarar eisini fingið persónliga bót, meðan 15 spælarar hava fingið leikbann.