Inter fekk tveir mans útvístar í fyrra hálvleiki í dystinum leygardagin móti Sampdoria. Tað fall ikki í góða jørð hjá Mourinho, sum millum annað gjørdi tekin til áskoðararnir og miðlarnir um, at hann var fyri órøttum frá dómarinum. Eftir dystin vildi ongin hjá Inter gera viðmerkingar til fjølmiðlarnir.
Fótbóltssambandið í Italia sigur at dómurin er bygdur uppá fleiri hendingar, heldur enn bara hendingina leygardagin. Dómararnir í Italia eru so troyttir av Mourinho og hansarar kritikki, at teir hóttu við verkfalli, um Inter venjarin ikki fekk leikbann og bót. Mourinho tók við starvinum sum venjari hjá Inter Milan fyri hálvum øðrum ári síðani, og hann hevur verið í miðdeplinum síðani fyrsta dagin.
Inter skal mikukvøldið møta Chelsea í Champions League.