FIFA hevur nú tikið støðu til mest umtalaðu hendingina í HM-finaluni millum Italia og Frakland. Hetta tá Zinedine Zidane stútaði Marco Materazzi í bringuna.
Zidane fær fyri hetta leikbann í tríggjar dagar, men nú hann er givin at spæla, hevur hann játtað at arbeiða hetta av sær.
Samstundis hevur Zidane, sum helst eigur nakrar milliónir á bók, eina bót á einar 35 tkr. fyri hendingina. Materazzi fekk tveir daga leikbann fyri at hava provokerað Zidane. Hartil fekk hann eina bót á knappar 25 tkr.