Í sambandi við fundin hjá aðalstjórnini í oyggjaleikafelagsskapinum IGA í Hebridunum herfyri var umrøtt, hvar leikirnir skulu verða í 2009.
Bæði Áland og Ynys Mon hava ligið framvið at fáa leikirnar, men valið fellur helst á bretsku oynna Ynys Mon. Avgerðin um vertsskapin í 2009 fellur tó ikki enn, tí tað endalig støða til málið verður ikki tikin fyrr enn á aðalfundinum í IGA, sum verður í sambandi við leikirnar í Hetlandi í summar.
Formaðurin í IGA, Bo Frykenstam, sigur tó við Shetland News, at aðalstjórnin í IGA er av teirri sannføring, at høvuðsendamálini hjá oyggjaleikafelagsskapinum verða best gingin á møti, um leikirnir í 2009 verða á Ynys Mon. Tí fer aðalstjórnin í IGA helst at mæla til, at Ynys Mon verður vertur fyri leikunum um fýra ár.