Her er leikskráin hjá Víkingi Reykjavík í Conference League

Kappingarárið hjá Gunnari Vatnhamar endar ikki fyrrenn 19. desember

Tað er hevur verið greitt í nakrar dagar hvørjum liðum Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík skulu møta í deildarspælinum í Conference League.

 

Víkingur Reykjavík møtir hesum liðunum á heimavølli: Djurgården (Svøríki), Cercle Brügge (Belgia) og Borac Banja Luka (Bosnia Hersogovina).

 

Víkingur Reykjavík møtir hesum liðunum á útivølli: Omonia (Kýpros), LASK (Eysturríki), og Noah (Armenia).

 

Leikskráin sær soleiðis út:

 

1. okto­ber: Omonoia Nikosia – Vík­ing­ur

24. okto­ber: Vík­ing­ur – Cercle Brug­ge

7. nov­em­ber: Vík­ing­ur – Borac Banja Luka

28. nov­em­ber: Noah – Vík­ing­ur

12. des­em­ber: Vík­ing­ur – Djurgår­d­en

19. des­em­ber: LASK Linz – Vík­ing­ur 

 

36 lið eru í Conference League. Nummar eitt til átta fara beinleiðis víðari til áttandapartsfinalurnar. Nummar níggju til 24 spæla dystir um at sleppa í áttandapartsfinalurnar. Nummar 25 til 36 eru úti av kappingini.