Leila á Lofti, Fólkaflokkurin: Minkar um trýsti

Fólkaflokkurin vil virka fyri at økja barnsburðarfarloyvið til eitt ár. Við at økja um barnsburðarfarloyvið verður minkað um trýstið á núverandi stovnum, og kann hetta í síðsta enda føra til, at kommunan kann bjóða foreldrunum ansingartrygd

Politikkur

? Fólkaflokkurin gongur við til at økja barnsburðarfarloyvið til eitt ár, tí soleiðis verður eisini minkað um ansingartørvin, sigur Leila á Lofti umboðandi Fólkaflokkin.
? Hvussu býtið verður millum mammu og pápa verður samrátt um, tá málið kemur fyri ting. Men eitt av grundsjónarmiðunum hjá Fólkaflokkinum er flexibilitetur, og familjurnar eiga at sleppa at skipa seg sjálvar, soleiðis, at tær sjálvar sleppa at avgera, hvør verður verandi heima.
Leila á Lofti heldur ikki, at hetta fer at ávirka samgongusamráðingarnar, tí semjan um økt barnsburðarfarloyvi tykist at vera ógvuliga breið.
? Útgangsstøðið má vera ansingartrygd, men tingini mugu hanga saman. Tað ber ikki til at bjóða foreldrunum ansingartrygd sum er nú, men økt barnsburðarfarloyvi hjálpir uppá trýstið, meðan kommunan framvegis skal halda fram við at útvega ansingarpláss til børnini. Um hetta verður gjørt kunnu vit til endans bjóða foreldrunum ansingartrygd, men hetta er bara ein av nógvum møguleikum til at gera hetta møguligt, sigur Leila á Lofti.