Leingið flogvøllin nú

Oddagrein:

Flogvallarmálið man vera eitt tað málið í Føroyum, sum oftast hevur verið viðgjørt í almenninginum og millum politikarar. Við jøvnum millumbili verður spurningurin um útbygging av verandi flogvøll og bygging av einum heilt nýggjum flogvølli settur á breddan. Kanningar verða gjørdar, og orðadrátturin eftir tær er bæði harður og drúgvur. Fyri síðani at doyggja aftur – til antin onkur óheppin flúgving hevur verið ella spurningurin um at menna ferðavinnuna við betri flogvølli og at skapa umstøður fyri loftflutningi av okkara fiskavørum er frammi í orðaskiftinum.

Fremst av øllum kemur trygdin hjá ferðafólki. Tað eru øll samd um. Síðani er tað spurningurin um fíggjarliga orku. Men tað er so eisini spurningur um raðfesting, hvat er skilabest her og nú og so uppá longri sikt.

Føroyar eru eitt lítið samfelag, og tí vil tað altíð vera spurt, um orka er til at hava tveir flogvøllir. Flogvøllurin í Vágum var bygdur í krígstíð og varð hann ikki bygdur til vanliga ferðafólkaflúgving. Men hann er so útbygdur síðani til at kunna taka sær av ferðafólkaflutningi. Eina tíðina snúði kjakið seg um, at tað var so óhøgligt at skula fara um Vestmannasund. Tað líkasum setti gongd á kjakið um at fáa ein nýggjan flogvøll, sum lá meira sentralt, eitt nú á Glyvursnesi. Men onnur góð ráð vóru til at taka. Undirsjóvartunnilin gjørdist veruleiki, og tá fekk pípan annað ljóð. Nú var tað ikki flutningurin til og frá vøllinum sum var nakar trupulleiki.

Bygging av nýggjum flogvølli aðrastaðni í landinum fer at taka mong ár. Her mugu nógv fleiri kanningar gerast, og so er tað eisini ein peningaligur spurningur. Hetta fær fleiri at seta spurningin, um ein útbygging av verandi vølli skal steðgast. Í okkara verð er neyðugt at útbyggja vøllin í Vágum vegna trygdina. Tí má henda ikki steðgast nú men fara í gongd skjótast.

Hin spurningurin um ein nýggjan vøll, sum liggur meira sentralt og sum kann skapa umstøður fyri eitt nú útflutningi av okkara dýru fiskavørum, eigur samtíðis at vera tikin framaftur. Løgtingið eigur skjótast at seta út í kortið eina langtíðarætlan, sum byrjar við kanningum av best hóskandi stað at leggja flogvøllin og síðani, hvussu hann kann fíggjast. Nú kenna vit ikki búskaparligu støðuna í landinum um 3-5 ella 10 ár. Tí er torført nú at seta nógvar pengar av, ikki minst nú eisini verður tosað um stórar tunnilsíløgur.

Enn vita vit ikki um oljan finst í rakstrarverdugum nøgdum í okkara undirgrund. Men oljufeløg eru sinnað at brúka milliardir av krónum fyri at finna út av hesum. Og hendir tað, at fund verða gjørd, hvat er sannlíkt, nú stór fund verða gjørd beint hinumegin markið, vildi tað so ikki verið eitt gott hugskot at brúkt framtíðar oljupengar til ein nýggjan flogvøll. Sjálvandi skal avgerðin um flogvøll ikki verða tengd at tí um olja finst ella ikki, men tað er so ein framtíðar møguleiki, sum vit kunnu hava við í samlaðu myndini. Útbyggið vøllin í Vágum og gerið kanningar av einum nýggjum eisini.