Leingist millum Helle og Lars

Tað leingist ímillum teir borgarligu flokkarnar og andstøðuna í danska Fólkatinginum. Ein nýggj meiningakanning, sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken, vísir, at hevði val verið nú, høvdu stjórnarflokkarnir og teirra stuðulsflokkar fingið 44,2 prosent av atkvøðunum, men at andstøðuflokkarnir høvdu fingið 55,8 prosent.

Við einum tílíkum úrsliti hevði sosialdemokratiski formaðurin, Helle Thorning-Schmidt, havt 97 tinglimir aftan fyri seg sum forsætisráðharri. Lars Løkke Rasmussen hevði havt 78. Føroysku og grønlendsku limirnir eru ikki taldir við her.

Kanningin hjá Politiken vísir, at munurin millum teir báðar størstu flokkarnar veksur í hvørjum. Var val nú, høvdu Socialdemokratarnir fingið 29,6 prosent, meðan Vinstri hevði fingið 19,8 prosent.