Leirvíkingar eru syndabukkar

Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, sigur, at kommunan hevur verið fullgreið yvir og hevur gjørt vart við, at íløgukarmurin upp á 40 miljónir krónur fór ikki at halda. – Nú verða leirvíkingar gjørdir til syndabukkar í hesum leiki, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eystur kommunu

Leirvík

Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, sigur, at Leirvík kann ikki geva frá sær bátahyl, parkeringspláss og atkomuvegir umframt aðrar tænastur, sum borgararnir í Leirvík hava frammanundan – og einki fáa afturfyri.
- Longu áðrenn verklagslógin varð samtykt á tingi, vístu vit á, at íløguætlanin upp á 40 miljónir krónur fór ikki at halda.
Jóhan Christiansen sigur, at bygdaráðið fyri umleið tveimum mánaðum samtykti einmælt, at krøvini, sum Leirvíkar kommuna áður hevur sett, skulu fylgjast.
Borgarstjórin dugir onga sum helst meining at síggja í, at leirvíkingar ikki fáa endurgjald fyri tað, sum bygdin missir við ætlaðu linjuføringini í sambandi við hesa vegagerð.

Syndabukkar
- Tað almenna segði seg ikki hava ráð at gera henda vegin í góðum tíðum, og nú tað eru verri tíðir búskaparliga, verða vit av landsins myndugleikum gjørdir til nøkur grenj.
Borgarstjórin endurtekur, at tey longu áðrenn verklagslógin varð samtykt vendu sær til landsins myndugleikar og enntá til hvønn løgtingslim sær – um hann minnist rætt – og gjørdu vart við, at íløguætlanin ikki fór at halda.
- Nú tað er vorðið greitt, at íløguætlanin ikki fer at halda, og vit hava endurtikið okkara rímiligu krøv um endurgjald, er líkt til, at málið aftur stendur í botni – og einki hendir. Tí kenna vit tað soleiðis, at tað eru leirvíkingar, sum enn einaferð eru gjørdir til syndabukkar í hesum annars so átroðkandi máli, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.