Várróðurin á Norðhavinum er byrjaður, og nógvir eru bátarnir, ið hava leitað sær norður um oyggjarnar at veiða sær fong. Men síðani fyrrakvøldið hevur ein av hesum bátum verið saknaður. Talan er um ein 28 fót stóran glastrevjabát. Við bátinum er bert ein maður, og tá eingin hvørki hevur hoyrt ella sæð nakað til hann síðani um trítíðina fyrradagin, varð farið at leitað.
Frá løgregluni verður sagt, at spurt er allastaðni, har báturin kann hava verið inni, men eingin hevur sæð nakað til bátin.
Leitað verður við tveimum tyrlum, skipum og smábátum norðanfyri. Harafturat eru fólk farin at leita frá landi, norðanfyri Eiði og við Tjørnuvík.
Tá vit seinnapartin í gjár, áðrenn blaðið fór til prentingar, tosaðu við Tjaldri, vistu teir einki nýtt at siga um bátin. Sagt varð, at veðrið var hampuligt, og ætlanin var at halda áfram at leita.