Leitað verður enn eftir einum bilførara, sum rendi á ein bil í Havn fyri tveimum vikum síðani.
Løgreglan sigur, at bilurin stóð parkeraður uttanfyri Fútalág nummar 32 í tríggjar dagar, og hesa tíðina er hann árendur.
Talan er um ein gráan Toyota Rav4,sum varð árendur, og hann fekk rættiliga stóran skaða, eitt nú fór kúfangarin, gronin fór, umframt kølarin, motorlúkan, og annað.
Men tann, sum koyrdi á, rýmdi av staðnum, uttan at boða frá, og enn veit ongin, hvør tað er.
Bilurin, sum varð árendur, er bara ábyrgdartryggjaður, so tað er ein stórur smeitur fyri eigaran.
Løgreglan sigur, at tey frætta fegin frá fólki, sum kunnu hava sæð okkurt illgrunavert uttanfyri húsini í Fútalág og sum kann hjálpa teimum ið at finna bilføraran, sum rendi á.