Í USA er samveldisløgreglan FBI farin at leita eftir Warren Jeffs, sum stendur á odda fyri teirri víðgongdu kristnu sektini Fundamentalist Church of Jesus Christ of Later Say Saints. Sektin var fyrr partur av momonska trúarsamfelagnum, men fór haðani, tá mormonararnir bannaðu monnum at hava meiri enn eina konu.
FBI sigur, at tann 50 ára gamli Warren Jeffs hevur millum 60 og 70 konur, og løgreglan hevur eisini illgruna um, at hann hevur havt kynsligt samband við eina gentu, ið er ov ung til slíkt.
-Vit gera alt fyri at fáa fatur á honum, sigur Tim Fuhrman hjá FBI við tíðindastovuna AP, men hann ásannar, at tað kann gerast trupult, tí eingin sigur seg hava sæð Warren Jeffs tey bæði seinastu árini. Løgreglan hevur lovað fólki 100.000 dollarar, um tey kunnu avdúka, hvar maðurin er, men higartil uttan úrslit.