Leita eftir skipsmanning

Eitt farmaskip við 12 monnum umborð sakk í dag í illveðri í Svartahavinum. Tað eydnaðist at bjarga trimum av manningini, men hinir níggju eru ikki komnir afturíaftur. Sambært myndugleikunum vóru 11 ukrainar og ein russari við skipinum.

Skipið, sum var fullfermt við koli, sakk stutt uttan fyri havnina í býnum Sile, sum er í landnyrðing úr Istanbul, og myndugleikarnir hava sent bjargingarfólk hagar at leita.

Turkiska sjóverjan sigur, at farmaskipið sendi neyðarkall, stutt áðrenn tað hvar av radaranum.