Leitar eftir íleggjarum í Japan og Kina

Ætlandi fer Óli Samró, búskaparfrøðingur, sum eigur fyritøkuna Farec International, til Japans í dag og síðan til Kina, har hann skal tosa við møguligar íleggjarar um eitt nýtt uppisjóvar matvøruvirki í Fuglafirði

VINNULÍV

Óli Samró er ikki eitt ókent navn í Fuglafirði í vinnuligum høpi. Fyri meiri enn hálvum øðrum ári síðan hevði hann fyrilestrarrøð í Mentanarhúsinum í Fuglafirði um uppisjóvarvinnu tey næstu 10 árini. Hann er ein maður, sum hevur fingurin á ”pulsinum” og hevur fylgt væl við gongdini innan hesa vinnu kring um heimin.
Í síni fyrilestrarrøð segði Óli Samró, at uppisjóvarvinnan í Føroyum stendur yvirfyri týðandi avbjóðingum – ikki minst, tí landafrøðiliga plaseringin av Føroyum gevur okkum møguleikar at gerast ein pelagiskur miðdepil í Norðuratlantshavi.
- Men skal hetta lata seg gera, verður neyðugt við miðvísum íløgum og strategiskum viðspæli frá eitt nú kommunum, segði búskaparfrøðingurin.

Ítøkiligt arbeiði
Samstarvið millum Farec International og Fuglafjarðar kommunu, sum formelt byrjaði í fjør heyst við samtykt í býráðnum um at brúka konsulenthjálp, hevur nú við nýggjum samtyktum í vár ført til, at Óli Samró í dag fer til Japans og ávegis heimaftur eisini til Kina at leita eftir íleggjarum til eitt virki í Fuglafirði, sum skal virka uppisjóvarfisk til matna.
Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at hetta er ikki fyrsta ferðin hjá Óla Samró fyri kommununa í útlandinum.
- Herfyri var hann á stóru fiskivinnu-og matvøruframsýningini í Brússel, og hann hevur eisini verið í eitt nú Hálandi, Skotlandi og Noregi.
Borgarstjórin sigur, at tá Óli Samró kemur heimaftur av ferðini eystanfyri, er ætlanin at venda sær til føroyskar íleggjarar við verkætlanini í Fuglafirði.
- Enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um, hvussu útlitini eru, men eg haldi, at grundarlag skuldi verið fyri at skapt áhuga fyri hesi verkætlan, bæði úti og heima. Vit eru nú í hesum partinum av tilgongdini, har leitað verður eftir íleggjarum, og vit vænta, at okkurt meiri ítøkiligt verður at frætta seinni í hesum mánaðinum.
Sigurd Simonsen sigur, at øskan úr Íslandi eisini hevur tarnað tí arbeiði, sum Farec Internartional ger uttanlands. Óregluliga flogferðslan kemur soleiðis at gera tilgongdina eitt sindur longri enn ætlað.
- Samtyktin í kommununi sigur, at Óli Samró og Farec Interational soleiðis kunnu arbeiða fyri kommununa fram til heystar. Tað eru teir, sum hava gjørt prospektið yvir havnalagið og møguleikarnar við einum nýggjum uppisjóvarvirki, og tí helt kommunan tað vera náttúrligt, at hetta arbeiði heldur fram. Hetta er soleiðis næsta ”runda” í hesum arbeiði, sigur borgarstjórin.

Stórar ætlanir
Fuglafjarðar kommuna dylir ikki fyri, at hon ynskir at gerast ein týðandi strategiskur viðspælari, sum kann viðvirka til, at Fuglafjarðar havn gerst ein altjóða maritimur depil fyri móttøku, framleiðslu og tænastuveitingum til allar sjóvinnur.
Kommunan ásannar, at skal hon standa seg í kappingini um tilfeingið úr havinum, er neyðugt at gera karmarnar fyri íløgum í økinum enn meiri attraktivar.
- Sum er, kunnu skip ikki landa uppisjóvarfisk til matna í Fuglafirði, tó at ein munandi og alsamt vaksandi partur av hesum fiski, sum verður veiddur í Norðuratlantshavi, fer til matna. Tí hava vit eisini gjørt av at bjóða út øki til eitt slíkt virki á økinum hjá Fuglafjarðar havn, sigur Sigurd Simonsen.
Tað var hin 24. september í fjør, at býráðið í Fuglafirði samtykti at brúka konsulenthjálp til at gera eina frágreiðing – ella eitt prospekt - ið lýsir partar av grundarlagnum fyri einum uppisjóvarvirki í Fuglafirði.
Hin 25. februar í ár legði Óli Samró, ætlanina fram fyri býráðið. Við í prospektinum var eisini uppskot til eina 20-ára útbyggingarætlan fyri Fuglafjarðar havn, sum Óli hevur gjørt í samstarvi við býráðsfyrisitingina.
- Prospektið saman við útbyggingarætlanunum varð hin 1. mars í ár lagt fyri eitt væluppmøtt stjóralið úr lokalu vinnuni, og hin 4. mars samtykti býráðið at fara víðari við málinum og royna at fáa áhugaðar íleggjarar at koma til Fuglafjarðar at gera íløgur í eitt nýtt uppisjóvar matvøruvirki á havnalagnum, sigur Sigurd Simonsen.
Borgarstjórin sigur, at hetta arbeiði nú er komið har til, at Óli Samró leitar uttanlands eftir íleggjarum, eins og hann fer at venda sær til møguligar føroyskar íleggjarar, tá hann hevur gjørt sítt arbeiði uttanlands.

Umhugsaðu Kollafjørð
Sigurd Simonsen hevur áður gjørt sínar metingar um, hvønn týdning tað kann fara at hava, at Føroyar í framtíðini kanska fara at hava tvey virki, sum keypa uppisjóvarfisk til matna, nú Faroe Pelagic læt upp aftur í Kollafirði til jólar síðsta ár.
Fuglafjarðar kommuna hevði fund við Eik Banka, sum átti bygningin og virkisgøgnini í Kollafirði longu fyri meiri enn einum ári síðan, og eftir hendan fundin kallaði býráðið eisini vinnulívið í kommununi saman.
- Vit vóru soleiðis inni í myndini í eitt hálvt ár ella so, men Eik Banki hevði eisini samráðingar við aðrar partar um virkið í Kollafirði. Okkara niðurstøða var, at vit ikki skuldu fara inn í ta verkætlanina, tí mett varð, at tað fór at gerast ov tungt at flyta alt norður higar, samstundis sum kommunan ikki var áhuga at verða við í nøkrum, sum lá uttanfyri kommunumarkið. Vit gjørdu tí av at velja ein annan leist, og tað er henda tilgongd, sum nú er í gongd, sigur borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sigurd Simonsen.