Leitar eftir semju um at umskipa fólkaskúlan

Rigmor Dam hevur nú kallað allar flokkar á fund um fólkaskúlan

Ætlanin er nú at broyta fólkaskúlalógina, og at umskipa fólkaskúlan.

Tað staðfestir Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

 

Hon sigur, at í hesum sambandi hevur hon kallað umboð fyri allar flokkar á fund í næstum at vita um tað er undirtøka fyri at broyta fólkaskúlalógina, og eisini, hvørjar broytingar, undirtøka kann fáast fyri.

 

Hon sigur, at hon vil helst hava so nógvar flokkar sum gjørligt at semjast um tær broytingar, sum skulu gerast.

 

Eitt mál, hon fer at taka upp í hesum sambandi, er, hvør skal hava ábyrgdina av fólkaskúlanum, og, hvussu ábyrgdin skal býtast sundur ímillum landið og kommunurnar.

 

Sum lógin er nú, er tað Mentamálaráðið, sum hevur ábyrgdina av sjálvari undirvísingini og øllum, sum hevur við lærararnar at gera, og kommunurnar hava ábyrgdina av bygningum, undirvísingartilfari, o.s.fr.

 

Hon sigur, at ein annar spurningur, sum skal umrøðast, er, um foreldur skulu fáa frælsi til sjálvi at velja, hvønn skúla, tey vilja hava børnini at ganga í. Men tað er ein spurningur, sum eisini skal viðgerast saman við kommununum.

Sum støðan er nú, kunnu foreldur lata børnini ganga í skúla í aðrari kommunu enn har tey búgva afturímóti einum ávísum skúlagjaldi.

Men skulu foreldur hava frítt skúlaval, verða tað helst kommunurnar, sum skulu rinda skúlagjaldið.

 

Landsstýriskvinnan leggur afturat, at ein annar stórur spurningur, sum skal viðgerast, er, hvussu fólkaskúlin kann skipast í "hóskandi eindir", sum hon málber seg.

 

Men hvat ein hóskandi eind er, vil hon ikki siga sína meting um, tí tað er ein spurningur, politiska viðgerðin fer at vísa.

 

Nú ætlanin er at broyta fólkaskúlan verður tað eisini eitt endamál, at ongi børn, sum hava serligar trupulleika, skulu ikki hava ov langt at ferðast til eitt hóskandi tilboð. Hon vísir á, at í einum áliti um serundirvísing verður mælt til, at ongi børn við serligum tørvi, skulu hava meiri enn ein hálvan tíma at ferðast til eitt hóskandi tilboð

 

- Tað er ikki tíðarhóskandi, at øll børn við serligum tørvi, eisini børn niður í triðja og fjórða flokk, skulu til Havnar fyri at fáa eitt líkinda tilboð.