Leiting eftir 19 ára gomlum í Qaqortoq er steðgað

- Skuldi tað víst seg, at nýggjar slóðir vísa seg, kann leitingin takast uppaftur, sigur Grønlands Politi

Í dag hevur Grønlands Politi gjørt av, at leitingin eftir 19 ára gamla, Brian Adolfsen, sum hevur verið saknaður í Qaqortoq síðan hin 24. juli, fyribils er steðgað - úrslitaleys.

 

Qaqortoq er býurin við danska navninum, Julianehåb, og tað var her, at ungi maðurin seinast varð sæddur um 00.30-tíðina hesa náttina, tá hann fór heimanífrá.

 

Síðan tá hevur verið leitað víða um, bæði við løgreglu, bjargingarliði og sjálvbodnum.

 

Grønlands Politi heldur ikki, at fleiri møguleikar eru í leitingararbeiðnum, men skuldi tað víst seg, at nýggjar slóðir vísa seg, kann leitingin takast uppaftur.

 

- Tey avvarðandi eru kunnaði um, at leitingin nú er steðgað, sigur Grønlands Politi í einari dagføring, samstundis sum tey takka øllum, sum hava luttikið í leitingini.

 

Hetta skriva grønlendskir miðlar, eitt nú ríkisútvarpið KNR og Sermitsiaq.

 

##med2##

 

 

 

 

 

19 ára gamli, Brian Adolfsen, hevur verið saknaður í Qaqortoq síðan hin 24. juli