Leitingin í Neshaga eftir Dánjal Peturi Hansen, róptur Piddi, gav einki úrslit.
Tað boðar løgreglan frá nú.
Í síðstu viku varð leitað við tveimum servandum hundum, men einki varð funnið. Avgerð varð tí tikin at taka leitingina upp aftur í hesi vikuni við fýra servandum hundum, men heldur ikki tað gav nakað úrslit.
- Leitingin eftir Dánjal Petur Hansen er nú fyribils steðgað, men verður tikin upp aftur, um nýggir upplýsingar koma fram í málinum, sigur løgreglan.
Servandu hundarnir við førarum eru farnir aftur til Danmarkar.