U-21 landsliðsleikarin, Leivur Joensen, verður aftur komandi ár at síggja í ÍF troyggjuni. Tað boðar ÍF heimasíðan frá í kvøld.
Nýggi sáttmálin hevur annars drigið langt út, har Leivur Joensen leingi hevur verið settur í samband við eitt skifti til uppflytararnar av Skála.
Men í kvøld hava ÍF og Leivur Joensen lagt lok á framtíðina fyri komandi kappingarárið.
ÍF heimasíðan skrivar:
Tað hevur verið nógv skrivað og gitt um framtíðina hjá okkara U21-landsliðsleikara Leivur Joensen. Í kvøld hevur hann sett sína undirskrift á ein sáttmála, sum inniber at Kambsdalsbúgvin eisini verður at síggja í reyða ÍF búnanum komandi ár.
Høgri bakkurin, sum hevur ment seg til at vera eina av týdningarmiklastu leikarunum, bæði okkara liði og U21 landsliðnum, hevur skrivað ein eitt ára sáttmála. Leivur hevur, sum tann einasti, spælt allar minuttirnar fyri U21 landsliðið í ár, og var við í 23 dystum, og skeyt hann 3 mál í Effo deildini í ár.
Tilsamans hevur hann leikt 72 dystir í fremstu deildini, hóast hann einans er 21 ára gamal, umframt 3 U21 landsdystir.