Í kvøld tóku Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn móti Fredericia í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Lemvig-Thyborøn var á odda 27-26, og teir vóru í álopi tá 15 sekund vóru eftir. Men ólukkutíð mistu teir bóltin aftaná eina skeiva sending, og í hinum endanum vann Fredericia eitt brotskast tá fýra sekund vóru eftir av tíðini. Kristian Stoklund setti bóltin í netið til 27-27, og so máttu Vilhelm og liðfelagarnir taka til takkar við einum javnleiki.
Lemvig-Thyborøn var aftanfyri 11-14 í steðginum, og eitt skiftið í seinna hálvleiki var Fredericia á odda 22-16. Men tað eydnaðist Lemvig-Thyborøn at stríða seg upp á javnleik 24-24 áðrenn Fredericia aftur legði seg á odda, hesaferð 26-24. Tað eydnaðist heimaliðnum at koma framum 27-26, men so mistu teir sigurin í seinastu sekundunum.
Vilhelm skoraði eitt mál og legði upp til trý mál í kvøld.
Lemvig-Thyborøn hevur eitt stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.
Komandi sunnudag spælir Lemvig-Thyborøn móti Nordsjællandi á útivølli.