Álendingar sýna fram í Føroyum

Fríggjadagin lótu trý ung álendsk listafólk upp framsýning í Norðurlandahúisnum.
Framsýningin er ein ferðaframsýning sum hevur verið í Álandi, Íslandi og Grønlandi áðrenn hon nú er landað í Føroyum

LISTAFRAMSÝNING

Tey trý, Jonas Wilén, Henrika Lax og Annukka Turakka eru øll ættaði av Álandi. Hesuferð eru bara tær báðar genturnar við, og tá Sosialurin hittur tær í Norðurlandahúsinum, eru tær íferð við at hanga myndirna upp.

_ Vit hava haft nógv vitjandi til framsýningarnar á hinum stødunum, so vit vóna at nógvir føroyingar vilja koma og síggja framsýningina hjá okkum her, sigur Henrika Lax.

Hon og Anukka Turakka eru báðar komnar til Føroyar fyri fyrstu ferð at verða við á ferniseringini.

_ Eitt tað besta við hesi verkætlan er at vit hava haft møguleika at vitja tey mest eksotisku støðini í Norðanlondum. Vit byrjaðu á Álandi í maj 2005, til Grønland í septembur og sídani til Ísland í novembur. Vit hava fingi nógva inspiratión til okkara list.

Henrika Lax og Jonas Wilen mála bæði meðan Anukka Turakka nýtir videomyndir.

Jonas Wilén, 32 ár, hevur veri virkin sum listamaður og blaðteknar í nógv ár hóast sín unga aldur. Hann hevur stilla út bæði í Svøríki, Finlandi og Álandi.
Anukka Turakka, 30 ár, er virkin í Álandi. Hennara partur av framsýningini er videomyndir sum nevnast "Blátt, reytt og gult". Myndirnar eru tiknar í Álandi, men hava sum so onki at gera við Áland hóast at lætt er at hugsa um álendska flaggi tá man hoyrur navni.
Henrika Lax, 35 ár, málar mest í svørtum og hvítum. Hon hevur fyrr stilla út í Finlandi og Álandi.

Endamálið við EXPAND sum verkætlanin eitur er at stuðla ungum álendskum listafólki, og hjálpa teimum at spreiða sína list uttanlanda. Eisini vilja fyrireikaririnir at ungu listafólkini skullu fáa kontakt við onnur ung listafólk í Norðurlondum.

Tey trý blivu útvald av Mari Rantanen-Dixon professari á Kongaliga Listaháskúlanum í Stockhólmi og tað er
NIPÅ, (Nordens Institut í Álandi), Ålands konstmuseeum og Ålands konstførening sum samskipar framsýningina.

Framsýningin opnar ídag fríggjadag kl 16 og verður opin til 26 februar 2006