Les Miserable

So kom Les Miserable út sum filmur tolkaður av kønu hond Bille Augusts

Tað var hann sum gjørdi Frk. Smillas fornemmelse for sne og tað var eisini hann, sum gjørdi Åndernes hus. Men tann filmurin, sum av øllum gjørdi Bille August kendan í filmsheiminum var Pelle Erobreren, sum hann fekk ein Oscar fyri.

Tað er verri enn so altíð, at Bille August hevur fingið filmskritikararnar í sín part, og henda støðan er so at siga óbroytt tá tað snýr seg um Les Miserable.

Kritikararnir hava rættiliga verið eftir Bille August, men hann letur ikki við seg koma kortini.

Og hann hevur nakað at hava tað í, so at siga.

Tað er kendi franski rithøvundin Victor Hugo, sum hevur skrivað Les Miserable, sum av røttum kann kallast ein klassikari.

Les Miserable er ein "episk" frásøgn um kærleika og æru og fer fram í Frankaríki í byrjanini av 19. øld.

Jean Valjean (Liam Neeson), verður leyslatin eftir at hava sitið fyri nakað hann ikki hevur gjørt. Hann byrjar eitt nýtt og betri lív og endar við at gerast borgarstjóri í Vigau og tað fær hann at blóma av nýggjum.

Samstundis verður hann bergtikin í tí ungu blóðfátøku Fantine (Uma Thurman), sum hann ger alt fyri at hjálpa. Tá hon óvæntað doyr tekur hann dóttur Fantine, Cosette, til sín og tekur sær av henni.

Men, tað gongst ikki altíð sum ætlað. Ein dagin finnur politiovastin í Vigau, Javert (Geoffry Rush) út av, at Valjean er fyrrverandi fangi og tí verður Valjean noyddur at flíggja til París, har hann goymir seg saman við Cosette.

Hon veksur upp í París og gerst ásttikin í Marius (Hans Matheson), sum er ein ung "revolutionerur", sum Javert, ið nú er løgregluovasti í París, hevur eyguni við.

Tað hevur eydnast August at fáa heilt stórar stjørnur við á manningarlistan til henda filmin. Eitt nú er Liam Neeson, sum eitt nú er kendur frá Schindlers List við og Uma Thurman, sum onkur kanska minnist frá Pulp Fiction er eisini við.

Hóast hørðu orðini frá kritikarunum hava fólk sýnt filminum stóran áhuga