Les um morgindagsins profilar

U-17 landsliðið skal í morgin spæla søguligan landsdyst, tá teir sum fyrsta føroyska landslið nakrantíð luttaka í einum endaspælið

Í morgin klokkan 11:00 føroyska tíð, skrivar U-17 landsliðið hjá Føroyum í fótbólti føroyska ítróttarsøgu, tá teir sum fyrsta føroyska landslið nakrantíð, fara at spæla dyst í einum endaspælið.

 

Talan er um stórt bragd, tá hugsað verður um hvussu lítið fólkatalið er í Føroyum, sammett við teimum londunum sum føroyska liðið hevur varpað út á vegnum, og sum føroyska liðið nú skal spæla ímóti.

 

Í Sosialinum, sum í dag er komin í sølubúðirnar, ber til at lesa eina lýsing av øllum teimum søguligu føroysku leikarunum, umframt søguligu føroysku venjarunum.

 

Sosialurin á netinum kann keypast her!

 

Tað er okkara maður í Kroatia, Tróndur Arge, ið hevur skrivað um U-17 dreingirnar, og Tróndur Arge fer eisini at siga frá í morgin klokkan 11:00 beinleiðis úr Zagreb í Kroatia. Rás 2 ger eins nógv burturúr U-17 landsliðnum á hesum sinni sum til ein vanligan landsdyst hjá a-landsliðnum, har byrjað verður at senda eitt sindur yvir klokkan 10:00 í morginárini.

 

Dysturin hjá Føroyum í morginárini er ímóti Skotlandi.