- Lesandi fingu lovað gull og grønar skógir

Enn eitt ungmannafelag finst nú at ætlanunum at lækka inntækumarkið hjá lesandi.

Uppskotið hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, at lækka inntøkumarkið hjá lesandi, hevur elvt til øsing millum fleiri lesandi, ið meta, at landsstýriskvinnan ger tað munandi verri at vera lesandi í Føroyum.


Í gjárkvøldið sendi Unga Sjálvstýri út eitt skriv, har tey mótmæltu ætlanunum hjá landsstýriskvinnuni, og í dag er tað skrivarin hjá Ungmannafelag Samband, Eyðbjartur S. Skaalum, ið finst at uppskotinum, og metir at talan er um eitt lyftisbrot.


- Undir løgtingsvalstríðnum kom fram, at tað skuldi fjálgast um tey lesandi, sum eru tey, ið skulu bera land og samfelag víðari. Lesandi fingu lovað gull og grønar skógir, men hetta samsvarar als ikki við tað, ið landsstýriskvinnan og samgongan nú hava borið fram higartil.


Í atfinningunum móti uppskotinum, verður tað serliga víst til, at broytingin fer at raka tey lesandi, ið ikki eru heimabúgvandi. Eyðbjartur tekur undir við tí kritikkinum og vísir á, at bæði kostnaðarstøðið og búðstaðarkostnaðurin er høgur í høvuðsstaðnum.


- Eg haldi, at tað er týdningarmikið, at landsstýriskvinnan, Rigmor Dam, hevur í huga, at tað ikki eru øll lesandi, ið hava møguleikan at búgva heima og tískil mugu út at leiga sær íbúð/hús, og bústaðarkostnaðurin í Tórshavn, har allar tær hægru útbúgvingarnar eru savnaðar, er ógvuliga høgur, umframt at kostnaðarstøðið í Føroyum er høgt.


Skrivarin í Ungmannafelag Samband vísir víðari á, at vegna høga kostnaðarstøðið, so er lántøkan einasti møguleiki hjá nógvum lesandi, og undrast yvir, at landsstýrið ikki kundi finna hasar peningarnar onkra aðrastaðni.


- Hetta er ógvuliga óheppið, tí stuðulin fyri ein, ið er farin undir víðari lesnað her í Føroyum er 3.815 kr. mánaðarliga, og um ein ynskir sær meira peningin at ráða yvir, so er einasti møguleiki lántøka, skrivar Eyðbjartur S. Skaalum í tilsiping til ætlaðu broytingina.


- Broytingin hevur við sær, at landið sparir 1,5 mió.kr. Er tað veruliga ikki nakra aðrastaðni, ið landsstýriskvinnan/landsstýrið kann finna 1,5 mió.kr., uttan at taka tað frá teimum lesandi.


At skrivarin í ungmannafelagnum er skuffaður yvir avgerðina hjá landsstýriskvinnuni og signalvirðið í henni, dylur hann ikki fyri, tá hann endar lesarabrævið.


- Eg meti tey lesandi vera eina virðisskapandi íløgu í samfelagið, ikki eina útreiðslu, tíverri gera landsins ovastu myndugleikar ikki tað, skrivar Eyðbjartur S. Skaalum at enda.


Les alt lesarabrævið við at trýsta á her.