Leskiligt kók úr Vágsbotni

Hósdagin sóðust fólk tysjast saman í Vágsbotni, har turrur fiskur, gamal náti og svartfuglur vórðu til sølu. Sølubásurin var ein bátur við uppspentum neti aftan, har svartfuglurin lá, og eisini stóð ein diskur uppi á bryggjuni – Vit hava verið millum Stong og Eystnes, og fingu heilt fitt, fortelur Niklas Hammer, ið saman við pápanum var farin at royna seg sum sølumaður

VEIÐA

Niels Petersen

niels@sosialurin.fo


Niklas og pápin, ið eigur bátin fóru út í morgun og fingu um 30 álkur millum Stong og Eystnes. Teir komu inn aftur um miðdagsleitið, og løgdu bátin í vágsbotni, har teir seldu úr bátinum og av bryggjuni.


Væl at fáa

Ikki bert er tað millum Stong og Eystnes, at væl er at fáa, í hesum døgum. Fleiri staðni hevur verið væl at fingið av svartfugli, og fleiri eru sæddir kring landið, koma nærum fullastaðir av veiðuferð.


Keypshugur

Fólk vístu stóran áhuga fyri vørunum, ið Niklas hevði at bjóða, og tá blaðmaðurin var og vitjaði, var rættuliga fitt selt, og prísurin var eisini sømuligur, tí fyri bert 50 krónur, kundi man fáa sær eitt leskiligt kók.



Í faktaboks:



Nær tað er loyvt at skjóta fugl:


Alt árið: (Kráku, ravn, kjógva, skúgv, náta, súlu og øll másasløg, tó kann rita bert veiðast á sjónum)

1. oktobur - 20. januar: (Svartfugl, t.e. lunda, lomviga og álku)

1. oktobur – 30. novembur: (Skarv)