Let´s go meshuga!

Meshuggah. Eg fór til konsertina, tí eg skuldi ummæla ein bólk, eg visti, eg ikki hevði skil fyri, hvørki so ella so, og at eftir øllum at døma eg fór at finna meg sjálva standandi mitt í rokanum í einum inferno av ljóði og ljósi, uttan at kunna meta um hvørki eitt ella annað av tí, sum fór at ganga fyri seg á pallinu ella rundanum meg, uttan at fara heilt skeiv, hóast eg hevði gjørt mítt forarbeiðið so væl sum til ber.

Eg hevði lisið um bólkin og lurta eftir tónleikinum hjá teimum, men eg var enn líka lost. Eins lost sum tá eg var ung, og mínir vinir royndu at læra meg at lurta eftir hesum slagi av tónleiki, og eg steðgaði við Sepultura.

Ja, bólkurin eg tosi um, er svenski eksperimenterandi metal bólkin Meshuggah, sum var stovnaður í 1987, og sum var umtalaður sum eitt av mest spennandi nøvnunum á G! í ár. Eftir at hava lurtað eftir tónleikinum hjá bólkinum á netinum, og eftir at eg hevði lisið meg framm til, at navnið á bólkinum hevur rót í er hebraiska orðinum “meshuga”, sum merkir “svakt” ella “crazy”, um vit skulu fara yvir til enska heitið, var eg tí hampiliga væl fyrireikað uppá eina avbjóðing av teimum heilt stóru, bæði so og so, og har var onki at gera enn at fara í eldin.

Tá eg kom oman á sandin, stóð ein skari á eini 300 fólk har tolin og bíðau. Tey vóru øll á kroppi, tí tað oysti framvegis niður hesa svørtu nátt. Men hóast regnið tóktust øll at vera líkaglað, tí hetta var vert at bíða eftir, søgdu tey mær, novicuni. At byrja við helt eg, at tað vóru merkiliga fáir áskoðarar, men tá eg hugsaði meg um, kom eg til tað niðurstøðu, at prosentvís vóru helst teir flestu av fjepparunum til hetta slagið av tónleiki í Føroyum savnaðir her.

Fjøldin rópti ótolin á bólkin leingi, leingi, og eftir eina langa intro, byrjaði eitt satt kaos at taka skap, sum vardi alla konsertina. Meshuggah spældu mekaniskt, rátt, perfektionistiska korrekt og óhugnaliga aggressivt, tungt og myrkt út í eitt, frá byrja til enda. Eg hugsaði alla tíðina um, hvussu hetta kundi lata seg gera, tí tað var sum um tað vóru maskinur á pallinum og ikki menniskju. Bara røddin á forsangaranum var imponerandi áhaldandi og eitt studium verd.

Eg var imponerað, samstundis sum eg hevði hug at renna heim, tí eg var eitt sindur ótrygg við støðuna. Eg fekk eina kenslu av ikki at passa inn í henda heimin, sum er heilt, heilt serligur. Eg hevði eina kenslu av, at um tú ikki er við, ja, so mást tú fara, tí inni í miðuni er ikki pláss fyri at standa og gløða. Eg dugdi heldur ikki at hoyra munin á tí, eg hevði hoyrt heima og liveframførsluni, og tað helt eg eisini vera áhugavert, men visti ikki, um tað var eg, sum bara ikki dugdi skilja dagar ímillum?

Tá konsertin var liðug, skilti eg framvegis ikki, hvat eg hevði verið og lurta eftir, og var fullkomiliga í villareið um, hvussu eg skuldi lýsa hesa uppliving. Men tá eg setti meg niður at skriva vóru tað mest kenslur eg sat við. Ein heildarkensla, sum leyp saman í eitt langt trancendental strekki, har eg á ein ella annan hátt varð tikin inn í eitt univers, har tónleikurin skapaði eina kenslu av at hvørva inn í ein urheim, ella inn í eina kjarnu av bara at vera til og vera inni í sær sjálvum, meðan tónleikurin bar meg avstað.

Um eg dámdi tað ella ei, kann eg ikki svara uppá, tí eg skilji framvegis ikki, hvat hetta gekk út uppá. Men tey, sum hava skil fyri hesum slagi av tónleiki søgdu fyri mær, at hetta var feitasta konsertin á G! í ár, so eg lati teirra orð standa eftir sum tey seinastu her, og góðtaki at eg ikki hoyri heima í hasum felagsskapinum, og latið plássið til ein, sum dugur at skilja fantastisku góðskuna øll metalverðin sigur Meshuggah hevur. Eg má so ganga mesugah onkra aðra staðni.



post@sosialurin.fo


Myndatekstur:

Meshuggah spældu mekaniskt, rátt, perfektionistiska korrekt og óhugnaliga aggressivt, tungt og myrkt út í eitt, frá byrja til enda

Myndir: Jens Kristian Vang