Letland fer í næstum at søkja um at sleppa upp í tað evropeiska gjaldoyrasamstarvið, og gongst sum ætlað, verður evran gjaldoyra í Letlandi innan ársskiftið.
Valdis Dombrovskis, forsætisráðharri, sigur í samrøðu við bretska blaðið Guardian, at formlig umsókn um limaskap í evrusamstarvinum verður send avstað fyrst í næsta mánað. Hann sigur, at letlendskir embætismenn tingast í hesum døgum við ES-nevndina og Evropeiska Miðbankan um tað tøkniliga við gjaldoyraskiftinum. Ætlandi skulu tær seinastu fyrireikingarnar fáast frá hondini í summar.
Estland fór upp í evrusamstarvið í 2011, og sambært Guardian ætlar tað triðja baltalandið, Litava, at søkja um limaskap í evrusamstarvinum næsta ár og at fara upp í samstarvið í 2015.