Letur upp fyri Konservativu

Leiðarin hjá Liberalu Demokratunum, Nick Clegg, letur nú hurðina upp á glopp fyri teimum konservativu. Inntil í dag hevur konservativa mótstøðan móti nýggjari valskipan annars verið størsta forðingin fyri einum samstarvi millum Liberalu Demokratarnar og teir Konservativu.

Nick Clegg hevur í valstríðnum lagt stóran dent á, at ein nýggj valskipan verður sett í verk. Í dag er valskipanin so, at landið er býtt upp í 650 valdømir, har bert tann, sum vinnur valið í økinum, sleppur í Parliamentið. Avgerandi er tí ikki, hvussu stóra undirtøku ein flokkur fær í fólkinum, men hvussu nógv valdømir flokkurin vinnur. Og hetta vil Clegg hava broytt.

Men í einari samrøðuy við Financial Times sigur Nick Clegg í dag:

Eg havi ongantíð tosað um fortreytir. Tað, sum eg havi sagt, er, at tað slepst ikki undan einari broyting í valskipanini. Sjálvandi hevur hetta stóran týdning fyri menningina í politiska lívinum, ein menning, vit hava brúk fyri. Og tað er alt, eg havi sagt, sigur Nick Clegg.