Lexus GS og Fiat Panda

Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir bilar ummældir: Fiat Panda 100 HP og Lexus 300 GS. Tveir sera ymiskir bilar, annar ein minibilur og hin ein stórur luksusbilur

Bilarnir sum vórðu ummældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 20. februar vóru Lexus 300 GS við 3.0 litra 6 syl. bensinmotori við 249 hk, og Fiat Panda 100 HP við 1,4 litra bensinmotori við 100 hk.


Fyrri bilurin sum varð royndarkoyrdur var Fiat Panda 100 HP. Panda kom á marknaðin síðst í 2003 og bleiv Ársins bilur í Evropa 2004.


Panda 100 HP er ein sportútgáva við 1,4 litra bensinmotori við 100 hk. Í mun til standard útgávuna av Panda er hesin sportliga útgjørdur við t.d. spoilarum, 15” alufelgum, tokulyktum og leðurratti. Eisini hevur bilurin ein »sportdrive knøtt«, sum gevur fastari og meira sportliga stýring.


Sum standard hevur Panda nógvar elektroniskar trygdarskipanir sum t.d. ESP og airbag framman, í síðunum og gardinarbag. Standard útgerðin í Panda er t.d. fløguspælari, el-síðurútar, fjarstýrt sentrallás, elektrisk servostýrng, hæddarstilling av ratti og førarasetri. Panda fæst eisini við 1,2 litur bensinmotori við 60 hk, og 1,3 MultiJet diesel 70 hk og í "off-road" útgávuni 4x4 Climbing.


Fiat Panda 100 HP kostar kr. 165.000. Fiat Panda kann síggjast og roynast hjá Nordcar í Smiðjugerði. Prísirnir byrja við 128.000 krónum.


Lexus GS 300


Seinni bilurin sum varð royndarkoyrdur var Lexus 300 GS, ið er ein eksklusivur bilur í luksusklassanum.


Bilurin var sera væl útgjørdur við t.d. leðurkabinu og automatiskum 2-sonu klimaanleggi og aircondition í forsetrunum, multifunktionsdisplay við GPS-ara og bakkikamera. Sólgardinan í bakrútinum fer automatiskt niður, tá bilurin verður settur í bakkgir, bakkikameraði vísir alt sum er aftan fyri bilin, umframt at bæði síðuspeglini stilla seg inn soleiðis at bilførarin sær niður við síðuna á bilinum, og hvar bakhjólini eru.


Lexus GS300 er bæði lættur, ljóðleysur og kvikur at koyra. 6-trins automatgirkassin og V6 motorurin samstarva so væl, at tað er ein sonn frægd at koyra bilin. Alt er gjøgnumført og lætt at handfara. Vit kunnu nevna t.d. Bluetooth til telefon, automatisk niðurblending av síðu- og bakkispeglum, Xenon-lyktir, "Smart-key entry" og memory-stiling í báðum forsetrunum.


Bilurin sum varð royndarkoyrdur kostar kr. 788.000 við allari útgerðini. Tað er Reyni Service sum umboða Lexus.



mg