Á einum tíðindafundi í gjár noyddist Ayan Hirsi at viðganga, at hon hevði givið niðurlendsku myndugleikunum skeivar upplýsingar, tá hon fekk ríkisborgararætt í 1992. Eitt nú hevði hon falsað navnið og aldurin, og hon hevði heldur ikki sagt, at hon hevði verið í Týsklandi á vegnum. Sostatt var hon vorðin niðurlendskur ríkisborgari undir skeivum fortreytum, og stjórnin í Haag hevur eisini boðað henni frá, at hon missir ríkisborgararættin alt fyri eitt.
Við hesum endar ein av teimum mest merkisverdu søgunum í niðurlendskum politikki. Tað er søgan um flóttafólkagentuna, sum kvettið sambandið við sín muslimska uppruna, og sum gjørdist ein av teimum fremstu í Evropa at finnast at Islam. Í Niðurlondum gjørdist hon so nógv avhildin, at hon bleiv vald í tjóðartingið, og tað var hon, sum skrivaði handritið til tann víðagitna filmin hjá Theo Van Gogh, sum seinni kostaði honum lívið. Tey seinastu árini hevur Ayan Hirsi eisini livað við støðugum hóttanum, og hon hevur alla tíðina havt lívverjar hjá sær.
Men fyri nøkrum døgum síðani avdúkaði ein sjónvarpssending, at tann nú 36 ára gamla Ayan Hirsi átti ikki at fáa niðurlendskan ríkisborgararætt, tá hon kom hagar í 1992. Tvørturímóti áttu myndugleikarnir at sent hana av landinum. Tað gera teir so nú, og Ayan Hirsi segði í gjár, at hon ætlar sær at flyta til USA.