Leyp í Niagara-fossin

Ein amerikanskur ferðamaður slapp við lívinum, tá hann í gjár leyp í tann heimskenda fossin Niagara Falls Seinnapartin í gjár fekk kanadiska løgreglan boð um, at ein maður var farin upp um girðingina við Niagara Falls, og at hann var lopin út í tann 56 metrar høga fossin, sum er á markinum millum Kanada og USA.

Maðurin bleiv fingin upp á land niðasn fyri fossin og fluttur á sjúkrahús, og haðani bleiv sagt, at hannm var ikki í lívsvanda.

Amerikanarin, sum er í 30´árunum, leyp út av tí fossinum, sum eitur Horseshoe Falls, ið saman við American Falls hava felagsnavnið Niagara Falls.

Fyri seks árum síðani royndi ein amerikanari at taka lívið av sær við at leypa út av Niagara Falls, men hann doyði ikki.