Kommunalt Samstarv
Suðuroy: Roynt verður nú at fáa størri kommunalt samstarv í lag í Suðuroy.
Tað er Tvøroyrar Býráð, sum hevur tikið stig til at endurstovna felagskommununa, sum varð í Suðuroy fyri nøkrum árum síðani.
Tvøroyrar Kommuna hevur tískil sent øllum kommununum fyrispurning um tær eru sinnaðar at taka samstarv upp aftur í eini felags kommunu fyri oynna.
Felagskommuna varð skipað í Suðuroy fyrst í nítiárunum og hon hevði eisini nakrar fundir tá. Men tað gingu bara nøkur heilt fá ár, so datt felagsskapurin niðurfyri aftur longu miðskeiðis í nítiárunum.
Eftir reglugerðini fyri felagskommununa í Suðuroy, er tað størsta kommunan, sum tekur stig til fundirnar eftir hvørt kommunuval og tí hevur Tvøroyrar Kommuna sent hinum kommununum fyrispurning um áhugi er fyri at taka samstarvið upp aftur.
Er áhugi fyri tí hjá hinum kommununum, er Tvøroyrar Býráð sinnað at kalla saman til fundar at endurstovna felagskommununa.
Tvøroyrar Kommuna heldur, at ein felagskommuna kundi verðið ein styrki fyri Suðuroynna, tí so kundi oyggin staðið sum ein maður, tá ið mál av felags áhuga vóru uppi.
Málið var til viðgerðar í Vágs býráð mikukvøldið, men tá varð greitt, at vágbingar ætla ikki at taka av uttan víðari.
Býráðið í Vági samtykti at kanna eftir, hvat lá í fyrispurninginum um meiri samstarv, hvussu hetta samstarvið skuldi skipast og, hvat samstarvast skal um.
Tí vildi býráðið ikki taka støðu til fyrispurningin, men fer at taka tað upp aftur eftir summarfrítíðina.
Annars hevði Hvalbiar Kommuna fyrispurningin til viðgerðar fyri stuttum og har samtykti bygdaráðið, at tað var sinnað at vera við í einum slíkum samstarvi, verður tað skipað.
Taka stig til at friða Vág fyri seyð
Nú er eisini ætlanin at vetrarfriðað Vág fyri seyð.
Tað ætlar Vágs Býráð nú.
Tekniska deild hjá Vágs Býráð hevur nú fingið heimild at taka upp samráðingar við hagarnar, sum hoyra til Vág um at fáa býin vetrarfriðaðan fyri seyð.
Hetta er eitt gamlat mál í Býráðnum, men tað er ongantíð komið víðari, men tað er so ætlanin at gera nú.
Jógvan Krossá, borgarstjóri, sigur, at ætlanin er nú at taka málið upp frá botni av og at fáa tað gjøgnumført, men tað tekur tíð.
Verður Vágur vetrarfriðaður, kemur kommunan undir endugjald til hagarnarfyri mist vetrarbit. Og tað kostar ikki lítið, tí kommunan er so víðfør.