Leypavinningarnir lata seg ikki nappa

Tað gongur ikki væl at nappa nakran av teimum góðu vinningunum úr gekka-spælinum.

 

Tað hevur gingið illa at fingið fatur í góðu vinningunum hjá teimum, sum hava fingið fulla plátu í gekka-spælinum seinastu vikurnar.

 

Soleiðis var kvøldið í kvøld einki undantak.

 

Hjólið hevur ikki ordiliga havt hug at steðga á leypunum við teimum góðu vinningunum, hvørki góða pengavinninginum, ei heldur Volvo-bilinum ella cruise-ferðini til Karibia.

 

Tað var Jóna Christiansen úr Æðuvík, sum royndi seg í kvøld. Hon hevði fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum.

 

Høvuðsvinningurin, sum var á 700.000 krónur, var enn einaferð í gula leypinum, og hinir báðir góðu vinningarnir í ávikavist reyða og bláa leypinum.

 

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum, og her helt kvinnan úr Æðuvík, at hon fór at gera eina roynd aftrat.

 

20.000 krónur er nevniliga minsti vinningur, tá hjólið verður snarað.

 

Í aðru royndini steðgaði hjólið á 40.000 krónum, sum er ein góður vinningur.

 

Jóna Christiansen flenti eitt sindur, men helt síðan fyri, at hon fór at royna eydnuna einaferð aftrat og seinastu ferð í hesum umfari.

 

Í triðju royndini steðgaði hjólið aftur á 20.000 krónum, eins og í fyrsta drátti, og hetta gjørdist eisini vinningurin hjá henni í kvøld.

 

- 20.000 krónur er nógvur peningur - í øllum førum í mínari verð, segði fryntligi verturin, Jan Gardar.

 

- Yes, tað haldi eg eisini, segði Jóna Christiansen úr Æðuvík og takkaði fyri vinningin.

 

Orðið "nappa", sum vit brúka í yvirskriftini í kvøld, merkir sambært sprotin.fo "... at royta broddin av ull, áðrenn hon verður virkað til tógv..." 

 

Men, sum nevnt í yvirskriftini, lata góðu leypavinningarnir seg ikki nappa í løtuni.