Leysatíðindi
Porschurin hjá Kurt Russell og Goldie Hawn bleiv stolin herfyri. Men tjóvurin slapp langt vekk, tí tað gingu tríggir dagar, áðrenn parið uppdagaði, at bilurin manglaði í garasjunum hjá teimum
Will Smith og familja hansara mátti taka til takkar við einum lítlum húsi fyri einans 25 milliónir krónur, meðan tey bíða eftir, at teirra spildurnýggja hús fyri 80 milliónir verður bygt
Jack Nicholson hevur eina átta ára gamla dóttur saman við eini fyrrverandi servitrisu
Hon er von við at fáa rós og allan heiður fyri sín stíl, men nú fer tann vakra Halle Berry at fáa av at vita frá djóraverndarráðnum PETA, sum heldur, at stjørnan letur seg ov ofta í pels. Tey hava skrivað til Halle Berry fleiri ferðir, men hava ikki fingið svar. Tey halda, at tað eru so nógvir aðrir møguleika til at vera modernaður, at tað er ongin umskylningur fyri at lata seg í pels.
Nicole Kidman hevur ásannað, at hon fer at elska Tom Cruise so longi, sum hon livir.
? Eg havi sagt við hann, at eg altíð fari at hjálpa honum, um honum tørvar tað, sigur hon.
Nicolas Cage saknar enn sína fyrrverandi konu, Lisa Marie Presley.
? Eg sakni hana hvønn dag, men tað sá bara ikki út til, at okkara samband fór at verða betur.