Tað hevur verið nógv tosað og skrivað um, at felagið hjá Óla Johannesen, AGF, hevur havt stórar trupulleikar at finna ein nýggjan venjara. Men sambært Århus Stifttidende í gjár, so verður tað almannakunngjørt í dag, at felagið hevur skift venjara.
Nýggi venjarin eitur Ove Christiansen. Hann hevur áður verið venjari hjá Viborg. Síðsta heyst ljóðaði, at hann skuldi venja danska U-18 landsliðið, men nú ljóðar, at venjarin og AGF hava havt samráðingar um samstarv síðani eina ferð síðsta heyst.
At tað hevur verið tosað so nógv um trupulleikar hjá AGF at finna nýggjan venjara, kemst m.a. av, at felagið fyrst boðaði frá, at navnið á nýggja venjaranum skuldi koma fram á eykaaðalfundinum, ið var 7. desember. Tá varð eingin venjari nevndur, men so varð sagt, at navnið skuldi koma fram á tíðindafundi, ið var ásettur at vera 28. desember. Tann fundurin varð avlýstur, og tað ljóðaði ikki heilt sannførandi, tá orsøkin varð søgd at vera sjúka.
Fer til AaB
At tað yvirhøvur var neyðugt hjá AGF at finna nýggjan venjara komst av, at Peter Rudbæk, sum síðsta summar syrgdi fyri, at Óli Johannesen kom í stóra felagið í Århus, fyri langari tíð síðani hevur skrivað sáttmála við AaB.
Ætlanin var, at venjarin, sum føroysku venjararnir, ið vóru á Danmarkarferð í oktober, vóru saman við, skuldi fara úr starvinum í Århus komandi summar, tí hann skal taka við starvinum í Aalborg 1. juli, men nú sigst, at avgerð er tikin um, at Peter Rudbæk hevur havt sín síðsta ar beiðsdag í AGF, og at Ove Christiansen fer at standa við róðrið, tá Óli Johannesen og liðfelagarnir nú fara undir fyrireikingarnar til seinnu hálvu av landskappingini.
Setningurin hjá nýggja venjaranum verður í fyrstu atløgu at syrgja fyri, at stóra felagið í Århus við føroyska íslettinum varðveitir plássið í bestu deildini. Tvey lið flyta niður úr superliguni. AGF er fjórði aftast. Teir hava átjan stig, og tað er fýra fleiri enn Esbjerg, sum er næstaftast.