Liðfelaga okkara Eirik Rasmussen til minnis

Eirik var havnarmaður við stóra H. Eirik var ein býar­mynd, sum flest øll í Havn hava okkurt gott at bera. Hann treivst í tryggleika og var trúfastur mótvegis tí og teimum hann elskaði og sum frá leið myndaðu teir karmar hann kom at liva og virkaði innan fyri.
Hann duldi ikki fyri kensl­um sínum fyri fótbóltsfelag sínum Havnar Bóltfelag. Eitt lýsandi dømi kom herfyri til sjóndar tá Eirik – í tí stilla – hevði sungið inn á fløgu sangin »mítt havnarlið« ein sang - sum hann bæði hevur gjørt orð og lag til og sum hann ognaði felag sínum.
Tú hoyrir í sanginum hvussu inniliga hann meinar tað, tá hann sigur: HB eg elski teg!
Hann elskaði sítt havnar­lið HB. Her runnu vit saman og her mentust vit frá barn­dómi til manndóm. Ein tíð, sum á so grundleggjandi hátt gjørdist partur av okkara lívi bæði í álvara og gaman.
Eirik trokaði seg ikki framat – hvørki so ella so - men hann fylti tó nógv har hann var.
Tað gjørdi hann eisini sum fótbóltsleikari. Minnini fáa veingir og ein røð av dyst­um og hendingum renna fram­við.
Kanska varð tað tann dagin 1971 í Klaksvík at vit høvdu størstu løtuna. Lagn­an vildi tað soleiðis, at júst hendan sunnumorgunin 29. august, 2010 - 39 ár seinni and­aðist Eirik.
Sosiala lívið kring fót­bólts­leikin var í okkara døg­um øðrvísi enn hann er í dag. Vit vóru ikki bara HB-arar, vit vóru eisini vinir, og triði hálvleikur kundi fylla nógv. Ymiskt var sjálvsagt hvussu nógv varð gjørt burturúr, men tað skuldi vísa seg, at burturúr hesum spratt ein felagsskapur – sum fram til dagin í dag er partur av okk­­ara sosialu tilveru og karmur um nógv felags tiltøk fyri­skipaði her í Havn, úti um landið og uttanlands.
So at siga hvønn leygar­morg­un kl 9:00 árið runt hittast vit í HB-húsinum. Vit ganga okkum ein langan túr. Tá orna vit alt – dystir verður pilkaður sundur í smálutir, spátt verður um næsta dystin, premierleague sleppur ikki undan, politikkurin fær sítt, og dagsins aktuellu mál vend og snarað. Alt fær sítt, men tá av tornar er tað nokk bara HB vit allir eru felags um.
Á heysti 2008 var túrurin longdur nakað og leiðin vend móti USA. Ein ógloymandi túrur, sum leiddi okkum til tey allar kendastu støð­ini bæði í New York og Wash­ing­­ton.
Vit standa á gólvinum í Hvítu Húsinum. Tøgnin sig­ur nakað um hvussu stór virð­ingin er fyri løtuni. »Hugsi tykkum – her gangi eg – EG Eirik á sama gólvi og í sama umhvørvi sum Georg Washington, Roosewelt, Kenn­edy, Nixon, Clinton og Bush hava gingið – hugsi tykk­um«.
Ein løta, øðrvísi enn allar hinar vit hava havt saman.
Eirik var sera áhugaður í tónleiki og var tað serliga Paul Mc Cartney, sum hann hevði tokka til. Fyrstu ferð Eirik sá Paul McCartney live var í Falkoner Centrinum 24. juli 1991.
Eirik hevði sitipláss á enda­balkongina og var sera spentur til konsertina.
Hetta var stóra løtan - nú stóð hann har á pallinum – Paul McCartney stóra fyri­myndin hjá Eiriki - í reyðum selum, við kassaguitara í hond og spældi »We can work it out«, »Here there and everywhere« og aðrar kendar Beatlessangir.
Í seinnu konserthálvu hevði Paul McCartney fingið eyð­kenda Hofner Violin bass­in um herðarnar og nú vóru tað slagararnir »I saw her standing there«, »Let it be«, »Sergent Pepper« og onn­ur stórhitt, sum rungaðu í høllini.
Undir konsertini var tað vónleyst at fáa eygna­sam­band, ella í heila tikið sam­band við Eirik. Hann var púra burturi í tónleikinum. Eirik hevði nevniliga sett sær fyri, at njóta hvønn tann einasta Beatlestóna fult og heilt frá byrjan til enda. Ongin skuldi órógva hann hesar dýrabaru minuttirnar nú, hansara fremsta tónleikaidol, Paul McCartney var so nær og vísti síni framúrskarandi kynstur á tónleikapallinum.
Í 1973 var Eirik í Danmørk og fekk har møguleikan at síggja enskan fótbólt bein­leiðis í sjónvarpi fyri fyrstu ferð. Tað gekk ikki long tíð til hann hevði valt sær Liverpool F. C. sum sítt lið, og Keven Keegan gjørdist hansara stóra fyrimynd. At so Beatlarnir komu úr sama býi, gjørdi ikki støðuna verri. Eirik var trúgvur Liverpool viðhaldsmaður øll árini.
Eirik gjørdi túrar til Liver­pool og m.a. vóru vit nakrir vinmenn saman við Eiriki og vitjaðu har í 2002. Hetta vóru dagar í viku. Umframt at síggja Liverpool upplivdu vit eisini tað sokallaðu »Beatles vikuna«. Hetta er ein vika, har bert Beatles løg vera spæld kring allan býin, bæði innan- og uttandura.
Eirik tosaði eftirfylgjandi ofta um hendan túrin, sum hann mintist við stórari gleði.
Tað var eisini ein stór løta hjá Eiriki tá vit í juli 2009 fingu vitjan av gomlum Liverpool stjørnunum og frøin var stór, tá Eirik fekk at vita, at hann var úttikin til dystin á Tórsvølli móti Liverpool Legends. Tað, at spæla móti Ian Rush og Ronnie Whelan og øðrum Liverpool stórleikarum, var ein stór løta fyri hann og undir veitsluni aftaná dyst­in, nýtti hann høvi at práta við flestu ensku leik­ararnar. Hetta vóru jú nógvar av fyrimyndum hans­­ara, so tað var eitt satt upplivilsi verða saman við Liverpoolhetjunum hetta kvøld­ið uppi á Hotel Før­oyum. Ein ógloymandi løta.
Góða Guðbjørg.
Tú skal vita, at okkara tankar leita til tín í hesi svár­u tíð. At eydnan smíltist til tykkum bæði, tá tit gingu í hjúnalag, er bæði sikkurt og vist. Eirik lýsti av gleði og tað kom ein friður yvir hann. Hann hevði fingið sína dreymakvinnu; og tú hevði ómetaliga nógv at týða fyri Eirik, eingin ivi um tað. Tit bæði strálaðu av gleði og eydnusemi. Tit fingu nøkur góð ár saman, um enn tíðin gjørdist stutt. Men tey góðu og fjølbroyttu minnini um Eirik eru góð at hava í førninginum í tíðini, sum kem­­ur.
Somuleiðis leita okkara tankar til tykkum foreldur, systkin og synir. Gævi hesi orð okkara, um vinmannin Eirik, kunnu fløva og troysta tykkum.
Stóra mannfjøldin, sum savnaðist tann dagin Eirik fór til gravar, var prógv um, hvussu avhildin hann var millum manna. Tignarliga, vakra og kensluborna løtan í Havnar Kirkju lýsti væl minnini um Eirik, soleiðis sum vit øll kendu hann.
Seinasti dysturin er leikt­ur – ein dystur, ið ikki kundi vinnast. Vit drýpa høvur, minnast í takksemi og lýsa frið yvir okkara góða liðfelaga og vin Eirik Ras­mussen.
--------
HB - 70 ararnir