Óli gevst í kvøld

35 ára gamli B68 veteranurin hevur boðað frá, at hann ikki fer at halda fram at spæla á besta liðnum

Klokkan 19 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har AB og B68 fara at spæla um pláss í bestu deildini.

AB endaði á níggjunda plássi í bestu deildini, og B68 endaði á fjórða plássi í næstbestu deildini.

Ein av heilt drúgvu B68 spælarunum nógvu tey seinastu árini hevur verið Óli Højgaard Olsen. Í farna kappingarári var hann við í 25 dystum – 24 í landskappingini og einum í kappingini um løgmanssteypið.

Stutt undan dystinum í kvøld veit B68 at siga, at Óli H. Olsen nú hevur boðað frá, at týdningarmikli dysturin í kvøld verður tann síðsti hjá honum á besta liðnum hjá B68.

Óli H. Olsen fylti í síðstu viku 35 ár. Hann er føddur 24. november í 1985.

Sambært faroesoccer.com hevur Óli spælt 126 dystir í bestu deildini, 159 dystir í næstbestu deildini og 19 dystir í kappingini um løgmanssteypið. Hann hevur skorað 18 mál í bestu deildini, 66 mál í næstbestu deildini og trý mál í steypakappingini.

Nógv tey flestu árini, síðani hann í 2003 fyri fyrstu ferð var á besta B68 liðnum, sum tá var í næstbestu deildini, hevur Óli umboðað barndómsfelagið. Undantøkini eru í 2019, tá ið hann var í NSÍ, og í 2013, tá ið hann spældi fimm dystir vyi Víking.

Óli H. Olsen hevur verið sjómaður, og fleiri ár hevur hann bara spælt partar av kappingarárinuim, tí hann hevur verið við trolara, meðan liðfelagarnir hava spælt fótbólt á Svangaskarði og kring landið.

B68 – AB: Petur Reinert á Tórsvølli klokkan 19.00.