Føroysk FSF-umboð fingu fleiri nevndarsessir, tá UEFA herfyri hevði nevndarfund. Óli Holm, FSF-forseti, er afturvaldur fyri 3 ár sum nevndarlimur í ungdómsnevndini hjá UEFA. Niklas á Líðarenda, varaforseti, hevur fingið at vita, at hann framyvir skal virka sum altjóða dómaraeygleiðari, og Ísak Mikladal, aðalskrivari, er nývaldur nevndarlimur í nevndini, sum tekur sær av sonevndu Hattrick-ætlanini.