Liðið er sett: Tvær broytingar á føroyska liðnum

Lars Olsen, landsliðsvenjari hevur sett liðið til UEFA Nations League dystin móti Kosovo

Klokkan fimm seinnapartin verður Tórsvøllur karmur um fjórða umfar í UEFA Nations League hjá A-landsliðnum við monnum. Mótstøðuliðið hesaferð er Kosovo, sum fyri einum mánað síðani vann 2-0 á Føroyum á Fadil Vokrri stadion í Pristina í Kosovo.

 

Les eisini: Broyta spælskipan og tveir spælarar

 

Men nú eru vit á heimavølli, og ætlanin er heilt greitt, at úrslitið hesaferð skal verða eitt heilt annað. Føroyska liði skal reisa seg eftir skuffandi tapið fyri Aserbadjan, og tað er eingin ivi um, at menn trúgva veruliga uppá, at tað letur seg gera.

 

Les eisini: (Lars Olsen) Vit gera tvær broytingar

 

Lars Olsen, landsliðsvenjari hevur sett liðið til UEFA Nations League dystin móti Kosovo. Tvær broytingar eru í byrjunaruppstillingini hesaferð, í mun til teir fyrstu ímóti Aserbadjan. Tað eru júst tær broytingarnar, sum In.fo hevur gitt fyrr um vikuskiftið. Eisini verður spælt við trimum í miðverjuni, har Odmar Færø fær afturval, meðan Kaj Leo í Bartalsstovu og Finnur Justinussen detta út.

 

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á føroyska miðvøllinum byrja René Shaki Joensen, Hallur Hansson, Rógvi Baldvinsson og Brandur Hendriksson Olsen, og í álopinum verður Jóan Símun Edmundsson.

 

Ábonkinum verða Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Alex Mallemgaard, Heini Vatnsdal, Gunnar Vatnhamar, Magnus Egilsson, Eli Falkvard Nielsen, Pól Jóhannus Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Klæmint A. Olsen og Finnur Justinussen.