Føroyski Johan Sundstein hevur saman við liði sínum, OG, í nátt vunnið heimsmeistaraheitið í telduspælinum, Dota 2. Teir spældu seg víðari í finaluna í kappingini, sum eitur The International, og hóast teir vórđu undirmettir, tóku teir øll á bóli og fóru avstað við fyrsta plássinum.
Teir úr OG blivu sostatt 72 milliónir krónur ríkari í nátt. Millum føroysk ítróttarfólk er hetta einki minni enn eitt bragd av Johan Sundstein, sum leingi hevur arbeitt miðvíst ímóti hesum.
Tað kann fyri summi vera ringt at síggja tað at kappast í telduspølum sum ein ítrótt. Men internetítróttur er alsamt vaksandi í stóra heiminum, og tað eru allir pengarnir, sum spældir verða um, eitt greitt prógv um. Puljan veksur hvørt ár, og kappingarnar í telduspølum verđa eisini størri hvørt ár. Góðar 163 milliónir vóru í umferð millum øll luttakandi liðini í The International í nátt.
24 ára gamli Johan Sundstein hevur føroysk foreldur og er uppvaksin í Danmark. Hann hevur ofta gjørt um seg í internetítrótti áður og kallar seg í hesum heiminum fyri N0tail.
Hjartaliga til lukku við heimsmeistaraheitinum!