Tað sum gongur fyri seg nú, er púra ørt og eg havi nevnt tað fyrr, sigur Óli Jacobsen.
Hann leggur dent á, at hann úttalar seg sum privatpersónur. Men ikki skerst burtur, at Óli er ikki hvør sum helst, tá um samfelagsviðurskifti umræður. Hann hevur drúgvar royndir sum formaður í Føroya Fiskimannafelag og hann hevur verið aktivur í politikki og veit tískil hvat hann tosar um. Og ikki minst, so hevur hann havt áhuga í politikki og hevur eygleitt føroyskan politikk í 40 ár.
Uttan skipara
- Tað fyrikemur mær, at tað sum gongur fyri seg í dag er sum eitt skip uttan skipara, har stýrimaðurin hevur yvirtikið leiðsluna. Hann hevur fylt brúnna við manning og útgerð, men einki samband er millum brúnna og restina av skipinum, sigur Óli Jacobsen.
Han metir, at koyrt verður beina leið frameftir við fullveldispráti, sum um alt annað í samfelagnum virkaði.
Óli Jacobsen sigur, at nýggja stýrisskipanin og umleggingin av umsitingini, sum vit fingu fyri nøkrum árum síðani, als ikki virkar.
- Sum eg havi sagt í FF-blaðnum, so virkar tað fyri mær, sum tá ein byggir eini hús og byrjar við takinum og kemur ikki til restina, sigur Óli Jacobsen.
Yrkisráðið
Sum dømi um óskilið vísir Óli Jacobsen til grein sína í FF-blaðnum og ársfrágreiðing Føroya Fiskimannafelags, har hann vísir á, at mannagongdin viðvíkjandi avtøku av Yrkisráðnum fyri lønjavningargrunnin iiki var, sum hon átti. Hann vísir í blaðnum á, at løgmaður her vaðaði so langt, at hann av óvart kom at avdúka, hvussu lítið hald var í grundgevingum landstýrisins fyri at avtaka grunnin.
Tað stutta av tí langa í málinum er, at at vinnunevndin hevði broytt uppskotið, so ráðið bleiv ráðgevandi, har tað áður hevði avgerðarrætt. Lógin varð kunngjørd 23. mai 1997, men so gekk hálvt annað ár, áðrenn ráðið fór at virka. Ein løgtingsmaður (Henrik Old, blðm.) setti so landstýris manninum fyrispurning um, hví ráðið ikki virkaði.
Í samband við fyrispurningin kom fram, at orsøkin var, at landstýrismaðurin ikki brýggjaði seg um, at ráðið eisini var ráðgevandi viðvíkjandi fyrisiting av Lønjavningargrunninum.
Sostatt var staðfest, at tað er upp til vælvildina hjá landstýrismanninum, um hann setir eina einmælta samtykt í gildi ella ikki.
Óli Jacobsen metir, at júst tað, at fyrispurningar kunnu setast, hava fedrarnir at stýrisskopanarlógini sagt er ein av háttunum, sum løgtingið kann tryggja, at landstýrið fylgir løgtingssamtyktum.
Galehus
Men Óli metir, at einki virkar og stýrisskipan og landstýri og løgting eru at meta sum "galehus.
Hann metir, at hetta kann ikki halda áfram. Óli staðfestir, at einki virkar, sum tað skal, og metir, at okkurt má gerast. Hann sigur, at tað eru nakrir fantastar, sum leika í úti í nesinum, sum um alt samfelagið virkaði sum tað skuldi.
- Hvørki løgmansfuktiónin, løgting ella stýrisskipanarlóg virka, sum tey áttu, staðfestir Óli Jacobsen.
Nei á fólkaatkvøðuni
ÓLi Jacobsen er vísur í síni søk. Skipari og manning eru ikki nýtilig og okkurt ítøkiligt má gerast.
Men hevur tú nakað boð uppá, hvat kann gerast?
- Eitt er at gera, og tað er at savna allar góðar kreftir, so vit fáa eitt NEI til fyrstu fólkaatkvøðuna um fullveldi, sigur Óli Jacobsen.
Óli Jacosen sigur seg ganga inn fyri ríkisfelagsskapi og heldur tað vera burturvið at tosa um fullveldi til hesar lítlu klettar. Hann heldur, at heldur eigur ein at hava so nógv samband sum gjørligt úteftir, tá ein er í støðuni, sum Føroyar eru í.
- Í prinsippinum eri eg fyri fíggjarligum frælsi, sigur Óli Jacobsen.
Havt er so forðingin?
- Trupulleikin er, at einki fungerar. Hetta er ein skúta uttan skipara ella leiðslu. Og stýrisskipanin virkar ikki. Mítt álit á føroyskan politikk er burtur - einki, eftir í 40 ár at hava fylgt við, sigur Óli Jacobsen, sum hevur verið aktivur politikari og sum hevur sera drúgvar royndir sum fakfelagsformaður.
Málið um landsverkfrøðingin:
Løgmaður sveik
Dagfinn Olsen
Í samband við atfinningar sínar móti stýrisskipanini og landsins kosnu monnum, so heldur Óli Jacobsen, at eisini málið um samanlegging av Landsverkfrøðinginum og Strandferðsluni er tekin um leiðslitrot.
Málið endaði við, at Henning Jacobsen, ið røkti starvið sum landsverkfrøðingur, varð koyrdur úr starvinum. Síðani er ikki stórvegis hent í málinum.
- Í hesum málinum átti løgmaður at samskipa, men løgmaður sveik, og er hetta tekin um, at eingin leiðsla er í landstýrinum, eingin samskipari, sgur Óli Jacobsen, sum metir, at Finnbogi Arge í veruleikanum er ósekur í hesum máli og at orsøkinar til óskilið eru at finna aðrastaðir. Millum annað í, at løgmaður ikki røkti sína samskipanaruppgávu.
Óli um kanningarstjórar:
Pengar út á sjógv
Óli Jacobsen vísir sum dømi um óskil í samband við stýrisskipanarlógina á, at teir sum gjørdu lógina høvdu møguleian opnan fyri, at ein kanningarstjóri kann setast. Hetta ístaðin fyri tað, ið aðrastaðir verður nevnt ein umboðsmannaskipan, ið heldur eftirlit.
- Í tveimum førum er kanningarstjóri settur, men einki er komið burturúr og pengarnar til hesar sakførararokningar kundi ein líka væl blaka á sjógv, sigur Óli Jacobsen og vísir á, at niðurstøððurnar ikki eingang hava verið umrøddar nakrantíð.
Hann heldur, at hetta vísir, at tað sum átti at verið eitt slag automatikki, so at alt virkaði, er blivi saboterað av løgtinginum.
Hann heldur, at hetta vísir, at stýrisskipanin virkar ikki. Víðari heldur Óli Jacobsen, at tað annars er tiltrongt, at ymiskt er, ið heldur eftirlit við skipanini.
Skeiv tøl
Annað dømi, ið ikki hevur við stýrisskipanarlógina at gera, men sum vísir almennu skipanina, og at hon ikki virkar, sigur Óli Jacobsen er tað at finna útav røttum tølum.
- Tá ein hevði fingi dagatølini fram yvir ymsu veiðibólkarnar fram, so sást, at hetta vóru ikki røtt tøl. Hetta hevur Fiskimannafelagið á síni teldu og kundi kanska fingið tað fram uppá ein tíma. Men enn hava vit ikki fingið almennu røttu tølini og skulu kanska bíða eitt ár afturat, sigur Óli Jacobsen.
- Sjálvt yvir slík banal ting, sum ein kanska kann klára við vanligum sunnum skili, er ein almenn skipan gjørd, sum dettur saman tá á stendur, sigur Óli Jacobsen.
- Tað er ikki rætt at byggja eitt fullveldi omaná eina almenna skipan, sum ikki riggar. Farið verður fram, sum um alt virkaðr, men tað ger tað ikki