Óli Johannesen fer til Skotlands

Væl vitandi keldur í Skotlandi vilja vera við, at føroyski landsliðsskiparin skal venja við Aberdeen komandi vikuna

Yrkisfótbóltur

Seinastu tíðina hevur millum lítið og einki verið at hoyrt til, hvar framtíðin hjá liðformanninum á føroyska A-landsliðnum í fótbólti skal liggja.
Eftir at tað í fjør gjørdist greitt, at framtíð hansara undir ongum umstøðum skuldi vera í Hvidovre. Tá danska kappingin var av, gekk leiðin í staðin til TB, sum hóast hendan styrkin flutti niður eftir bert eitt ár í bestu fótbóltsdeidlini á hesum sinni.
Síðani hetta hevur tað verið rættiliga lítið at hoyra. Onkrar søgur hava verið frammi um, at hann skuldi gerast leikandi venjari hjá TB, meðan aðrar settu hann í samband við HB, men sambært keldum okkara er tó ikki aktuelt við nøkrum av hesum.
Ístaðin fer Óli Johannesen nú til Skotlands, har hann ætlandi skal royna seg komandi dagarnar. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Óla Johannsen, men væl vitandi keldur hjá Sosialinum siga, at Óli fer til Skotlands mánadagin, har hann so skal til royndarvenjingar hjá einum ella fleiri feløgum.
Einasta, sum tykist heilt víst í hesum er, at Aberdeen er eitt av feløgunum, sum skal hava sýnt Óla Johannesen áhuga. Steve Paterson tók har við í venjarasessinum í heyst, eftir at danski Ebbe Skovdahl varð koyrdur frá. Og einki er at ivast í, at hann leitar sær eftir nýggjum leikarum, nú sokallaða transfer-vindeygað er opið. Hetta hevur eisini verið nevnt í skotskum miðlum, sum helst enn ikki hava gloymt, hvussu tað gekst, tá Føroyar og Skotand tókust í fjør.
Enn er tó ikki víst, at talan verður um nakran sáttmála hjá Óla, men tað er einki at ivast í, at meira verður at frætta um hetta í næstum.