Á seinastu fløguni hjá donsku rokkmammuni yvir teimum øllum, Sanne Salomonsen, ið kom út í 2003 og kallaðist Freedom, var navnframi føroyingurin Óli Poulsen við sum framleiðari. Aftur í dag eru Sanne og Óli farin í upptøkuhøli saman.
? Tað kom upp á tal einaferð í 1993, at eg og Sanne skuldu fara í upptøkuhøli saman, men hetta bleiv av ongum. Ikki fyrrenn 10 ár seinni bleiv tað veruleiki, tá ið vit bæði arbeiddu saman á Freedom. Á fløguni vit arbeiða við nú, er stílurin eitt sindur rokkutari enn seinast, sigur Óli Poulsen í telefonini úr Danmark.
Hesuferð framleiðir Óli umleið helvtina av fløguni, hina helvtina eigur Nikolaj Steen, ið Sanne hevur arbeitt saman við í eitt mannaminni.
Prince er ein skemtilig typa
Óli hevur millum ár og dag arbeitt saman við nógvum sera kendum nøvnum, og Sanne hevur Óli bert góð orð at bera.
? Bæði eg og hon hava verið í hesum yrkinum so leingi, at vit vita, hvat tað tekur at gera eina fløgu. Sanne hevur eina sera góða rødd, og hon veit, hvat hon vil. So tað er deiligt, at arbeiða saman við eini so professionellari kvinnu; tað ger arbeiðið so lætt.
So navnfram nøvn sum Prince og Roxette hava eisini verið innan fyri dyrnar hjá Óla.
? Marie Fredriksson er so langt niðri á jørðini sum komast kann. Bæði hon og Per vóru sera vanlig menniskju.
Haraftur ímóti kann Óli ikki læta verða við at flenna eitt sindur, tá ið hann minnist aftur á, tá ið arbeitt var við Prince. Óli sigur, at Prince er líka løgin, sum øll siga hann er , og at hann ikki sørt líkist einari plakat, tá ið hann kom gangandi inn í sínum løgnu klæðum.
Ymisk hæddarpunkt á yrkisleiðini
Óli Poulsen hevur verið við til at framleiða nógvar sera væl seljandi fløgur. Eitt nú var tað hann, ið stóð aftanfyri Michael Learns To Rock, tá ið teir byrjaðu. Men Óli vil tó ikki seta nakað mark á, hvat hæddarpunktið hevur verið á yrkisleiðini hjá honum.
? Fyri tað um ein fløga, ið eg havi verið við til at gjørt, selur fleiri milliónir, so nýtist hon als ikki at verða eitt hæddarpunkt fyri meg. Kanska hevur alt gingið av hundanum til við hesi væl seljandi fløgu, tá ið vit upptóku hana, og ein onnur, ið bert hevur selt 100 eintøk kann tískil verða eitt nógv størri hæddarpunkt fyri meg.
Hæddarpunktið hevði fyri mong verið, at arbeitt saman við teimum, ið ein sær upp til, men soleiðis er ikki fyri Óla.
? Altso, eg síggi jú upp til nakað, ið einaferð var gjørt so gott, sum tað kundi gerast, so um eg fari at pilka við tílíkt tilfar, so haldi eg, at eg bara kann gera tað verri.
Spurdur, hvat hann fer í holtur við, eftir at hann og Sanne eru liðug í upptøkuhølunum, blívur hann heilt loyndarfullur. Hesum vil hann helst ikki koma út við, so vit mugu bara spent bíða í tolni.
Myndatekstur: Óli Poulsen er í hesum døgum í upptøkuhølunum við navnframu Sanne Salomonsen
Savnsmynd