- Vit eru góðar, og tað skal eingin seta spurnartekin við. Orðini eigur liðskiparin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti, Bjarta O. Johansen.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum in.fo gjørdi við Bjartu O. Johansen fyri einari løtu síðani.
Bjarta O. Johansen er sera stolt og fegin um at verða liðskipari hjá einum liði, sum hevur framt eitt so framúr gott avrik at vinna 20-17 á Finnlandi í dag, og 25-24 á Grikkalandi ígjár, og harvið víðari luttøku í EM-undankappingini.
Spurd um hvar føroyska liðið fann kreftirnar í dystinum ímóti Finnlandi í dag, minni enn eitt samdøgur aftaná dystin ímóti Finnlandi slær Bjarta O. Johansen fast, at tær vildu stríðast og vinna. Talan var um seinasta dystin í kappingarárinum, og tær skuldu vinna, um tær so skuldu berast út. Bjarta er eisini sera stolt av teimum ungu spælarunum, sum komu inn, og gjørdu tað framúr væl.
- Hetta er eitt satt liðavrik, staðfestir Bjarta O. Johansen.
Liðskiparin undirstrikar, at tað hevur stóran týdning fyri føroyskan kvinnuhondbólt, at altjóða avbjóðingar við heima og útidystum nú eru fyri framman.
Bjarta O. Johansen heldur, at talan hevur verið um eitt framúr gott arbeiðið hjá øllum hópinum, spælarum, venjarum og hjálparfólki. Og hon er eisini glað fyri væl tilrættalagda arbeiðið hjá HSF, sum aftur í dag hevur borið frukt.