Liðskiparin hjá AB: Hetta var ófyrigeviligt (FM1)

(FM1) Sørin Nygaard Samuelsen hevur onga umberingar fyri lemjandi 0-11 tapinum móti HB

##med2##

AB hevur verið fyri sínum størsta ósigri í bestu fótbóltsdeildini nakrantíð, tá teir á Tórsvølli vóru skotnir í sor av HB, og máttu fara av vøllinum við einum lemjandi 0-11 ósigri.

HB – AB 11-0 (5-0)

1-0: Mikkel Dahl (5.)

2-0: Mathias Nygaard (12.)

3-0: Bartal Wardum (24.)

4-0: Mikkel Dahl (35.)

5-0: sjálvmál (45.)

6-0: Mikkel Dahl (48.)

7-0: Dan í Soylu (51,)

8-0: Dan í Soylu (66.)

9-0: Adrian Justinussen (84.)

10-0: Adrian Justinussen (87.)

11-0: Dan í Soylu (89.)

- Hetta er ófyrigeviligt, staðfestir liðskiparin hjá AB, Sørin Nygaard Samuelsen í samrøðu við reportarin hjá FM1, Trónd Arge. 

Sørin heldur uttan at blunka, at hetta er tað ringasta hann hevur upplivað á einum fótbóltsvølli. Sørin heldur, at hann og liðfelagarnir hava svikið venjararnar hjá AB, viðhaldsfólkini hjá AB, og øll rundan um AB, og tað smakkar ræðuliga illa. HB er eitt framúr gott lið, men tað eigur undir ongum umstøðum at enda við einum 0-11 tapi, sigur Sørin Nygaard Samuelsen.

##ms##

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Sørin Nygaard Samuelsen

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum 11 málunum hjá HB.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Berthel Askou. 

(Samrøða: Sørin Nygaard Samuelsen)