Óli skrivað fimmti Miðvikur

Óli Jacobsen hevur higartil skrivað 200 síður við siðsøguligum tilfari í Miðvikuni í Sosialinum hvønn mikudag. Í dag prenta vit Miðviku nummar 50

Miðvikan, sum er í blaðnum í dag, er nummar 50 í hesi røð við siðsøguligum tilfari. Henda skriving byrjaði í  FF-blaðnum, har tað var ein táttur hjá Óla Jacobsen av mongum at fáa upp á prent mest møguligt av søguni og lagnusøguni hjá fiskimonnum og annars hjá “vanliga” føroyinginum.

- Hetta var tilfar, sum var sera væl umtókt av lesarunum og sum eisini gjørdi sítt til at skapa virðing fyri fiskimannafelagnum og fiskimonnum. Hvussu væl hetta var umtókt sást ikki minst, tá ið FF-blaðið steðgaði, sigur Óli Jacobsen.

Sosialurin metti hetta tilfar hava týdning, og tí vóru boð eftir Óla Jacobsen, sum síðani hevur havt fasta táttin, Miðvikuna, hvønn mikudag við siðsøguligum tilfari – nú í skjótt eitt ár.

Í Miðvikuni hevur framvegis dentur verið lagdur á søguna hjá fiskimonnum og  fiskimannakonunum.

Greitt hevur eisini verið frá lagnusøguni hjá fiskimonnum. Tær mest kenslubornu hava verið um Acorn, Lauru og Immanuel, og so Stella Argus.

- Tað hevur eisini verið pláss fyri øðrum, sum tilfar hjá og um Petur Alberg, um Honnu og Harry Wilson, bretskur hermaður undir krígnum og nú tann higartil ókenda søgan um Daniel Jacob Danielsen í Congo, sum kann sigast at hava verið í (næst)fremstu røð í heimspolitikkinum fyri 100 árum síðani, sigur Óli Jacobsen.

Hetta er alt tilfar, sum er íkast til okkara søgu frá seinast í 1800-talinum og fram í 20. øld.

Fýra síður í blaðnum sær kanska ikki út av so nógvum. Men tilsamans er talan um 500 skrivaðar síður og afturat tí eins nógvar myndir, nógvar hava ikki verið frammi fyrr. Hetta hevði fylt tvær trivaligar bøkur.

Afturat hesum tilfarinum hjá Óla Jacobsen kemur røðin “Hendur ið Sleptu”, har tað higartil hava verið 35 greinir.

- Tað tykist, sum at tað er nærum óendaligt, hvussu nógv søga, ið kann fáast burtur úr hesum gamla kirkjugarði, sigur Óli Jacobsen, sum skrivar hesa greinarøð út frá søgum, íbirtar av gravum og gravsteinum í Gamla Kirkjugarði í Havn.

Talan er um tilfar, sum er sera væl umtókt millum lesararnar á Sosialinum, og hetta er ein framúr eggjan hjá Óla Jacobsen at halda áfram.