Liðug at vera Síðu-9 genta

– Eg havi havt nakrar fantastiskar upplivingar, sum eg ongantíð hevði verið fyri uttan. Tað sigur stripparin Victoria Wild, sum nú ætlar at brúka meira tíð upp á lesnaðin og karate

Ranvá G. Fossaberg

Hóast hon fyri stuttum bleiv kosin at vera Ársins Síða-9 genta hjá Ekstra Blaðnum annað árið á rað, ætlar hon sær ikki at vinna heitið eina triðju ferð.
– Tað er stuttligt at verða Ársins Síða-9 genta annað árið á rað, men nú ætli eg mær at brúka meira tíð upp á kampítrótt og mína skúla­gongd á Copenhagen Business Academy, sigur 29 ára gamla Victoria Wild, sum um vikuskiftið var gestur í sendingini Hvonn Live á Rás2. Sambært føroyska stripp­aranum hevur hon fingið ógloymandi upplivingar sum strippari og Síða-9 genta.

Liðug við Síðu-9
Tað byrjaði alt við, at Victoria Wild kundi hugsað sær nakr­ar frekar myndir av sær sjálv­ari. Hon valdi tí at fara til Ekstra Blaðið, soleiðis at tey kundu taka myndir av sær, sum so komu á síðu 9 í avísini.
– Aftan á tað gekk tað rættiliga skjótt, og eg havi fleiri ferðir síðani verið á síðu 9 í Ekstra Blaðnum, sigur Victoria Wild, sum tó ikki verður at síggja á tiltiknu síðuni hjá Ekstra Blaðnum í framtíðini.
– Eg havi ongar ætlanir um at halda áfram. Ikki tí, eg ivist ikki í, at eg hevði kunnað blivið Ársins Síða-9 genta triðja árið á rað, men nú vil eg brúka tíðina upp á onnur ting, greiðir Victoria Wild frá.
Hon er byrjað at venja ymiskar kampítróttir, og um ein góðan mánað luttekur hon í Roskilde Cup, har hon ætlar at gerast meistari í karate.
– Í løtuni venji eg rættiliga miðvíst, tí eg havi meldað meg til eina kapping í karate, og eg fari so hundrað prosent eftir gullinum.
Um dagarnar gongur Victoria Wild á Copenhagen Business Academi, har hon lesur marknaðarføring, og hon ætlar sær at brúka meira tíð upp á skúlan komandi tíðina.
– Mær dámar væl út­búgv­ingina, sum eg eri farin í holt við og vil gjarna nýta meira av tíðini til tað. Nú eftir páska­frítíðina skal eg eisini til nakrar próvtøkur.

Í veitslu hjá Manson
Sum Ársins Síða-9 genta og strippari hevur Victoria Wild hitt nógvum ymiskum fólkum og fingið nógvar upplivingar. Eitt nú var hon fyri stuttum í Los Angeles, har hon endaði í stór­ari føðingardagsveitslu hjá kenda, amerikanska tón­leikar­anum Marilyn Manson.
– Eg havi altíð verið stórur Britney Spears fjeppari, og tí vildi eg inn á hotellið í Los Angeles, har Britney plagar at vera. Eg sníkti meg so inn á hotellið, og akkurát tað kvøldið hevði Marilyn Manson føðingardagsveitslu har, greiðir Victoria Wild frá. Hóast Britney Spears ikki var á hotellinum hetta kvøldið, so varð kvøldið ein stór uppliving hjá Victoriu Wild, og hon trívist væl milum amerikanarar.
– Í Amerika hava tey eina heilt aðra mentan, enn tað vit eru von við. Har er loyvt at vera annarleiðis, tað er í lagi at vera ein golddigger og at hava gjørt fleiri kosmetiskar viðgerðir.

Strippar fyri 70 ára gomlum
Victoria Wild hevur havt nógvar ymiskar upplivingarir sum strippari, men tað eru onkrar løtur, sum hon minn­ist serliga væl. Eitt nú gloymir hon ikki ta fyrstu ferð­ina, hon var leigað út til at strippa.
– Fyrstu ferð eg skuldi strippa var fyri einum 16 ára gomlum drongi og vin­monn­um hansara. Pápin hevði bílagt meg, tí sonurin var júst blivin juniormeistari í fót­bólti, og tað, helt hann, skuldi hátíðarhaldast, for­telur Victoria Wild og minn­ist eisini aftur á eina heldur øðrvísi uppliving, tá ein eldri kona ringdi til sín fyri at fáa hana at stippa fyri manni hennara.
– Konan segði, at maður hennara tosaði altíð so nógv um ungar gentur, so nú vildi hon hava, at ein ung kvinna skuldi koma og strippa á hansara 70 ára føðingardegi, greiðir Victoria Wild frá. Hon møtti tí upp í veitsluni, har familja og vinfólk hjá føðingardagsbarninum vóru komin saman at hátíðarhalda tey 70 árini.
– Konan bað meg gera eitt so frekt show, sum yvir­høvur gjørligt, og tað gjørdi eg so, sigur Victoria Wild og minnist, at ikki øll vóru líka fegin um hennara framførslu.
– Familjan var ikki serliga glað um, at eg strippaði fyri tí 70 ára gamla, men tað legði eg einki í, tí konan hevði altso leigað meg til at dansa frekt og lata meg úr framman fyri manninum.

Goymdi seg hjá Black Cobra
Sjálvt um Victoria Wild hev­ur havt eina rúgvu av góðum og stuttligum upplivingum, hava tó eisini verið onkrar hend­ingar, ið hava verið minni góðar. Einaferð var hon biðin um at koma út í ein stóran bygning at strippa, og hon visti ikki reiðiliga frammanundan, hvørji fólkini vóru, sum hon skuldi strippa fyri. Tað vísti seg at vera eitt stað, har rokkarabólkurin Black Cobra helt til,og henda dagin hildu limirnir polterabend fyri einum vinmanni .
– Alt gekk væl, og fólkini, sum vóru har, vóru fitt og blíð við meg, greiðir Victoria Wild frá og heldur áfram:
– Beint áðrenn eg skuldi fara heim, bleiv bardagi tætt við úthurðina, og áðrenn eg visti av, byrjaðu teir at skjóta inni í rúminum, har eg eisini var. Eg rann út í bakgarðin, og so goymdi eg meg aftan fyri nakrar runnar, inntil løgreglan kom á staðið, fortelur Victoria Wild. Hóast ógvusligu upplivingina, er tað ikki nakað, sum Victoria Wild vildi verið fyri uttan.
– Hóast tað var óbe­hagi­ligt, so lærdi eg okk­urt frá upp­livingini. Nú veit eg, hvussu eg reageri í eini slík­ari støðu.

Strippklubbur
á Oyrabakka
Seinastu nógvu árini hevur Victoria Wild búð í Danmark, men henni dámar væl í Føroyum og ferðast javnan heim til klettarnar.
– Eg trívist væl í Føroyum, men eg vænti ikki, at eg flyti heim at búgva í nærmastu framtíð. Men føroyingar eu veruliga eitt deiligt fólkaslag, sigur Victoria Wild, sum til tíðir kann hava trupult við at tosa føroyskt.
– Í Danmark komi eg lít­ið saman við føroyingum, so eg tosi ikki serliga ofta før­oyskt. Tá eg so endiliga skal tosa føroyskt, eru ofta onkur donsk orð uppi í, sigur Victoria Wild.
Hóast stripparin ikki hevur ítøkiligar ætlanir um at flyta til Føroyar júst nú, so hevur hon gjørt sær nakrar tankar um, hvat hon kundi fingist við, um so var, at hon búði í Føroyum.
– Eg kundi hugsað mær, at gjørt ein strippklubba á Oyrarbakka. Tað hevði verið torført, at fingið føroyingar at strippa har, so eg hevði bara importerað konufólk úr Póllandi, greiðir Victoria Wild frá.







rannva@sosialurin.fo