Libanesisk kvinna: - Hizbollah kastar okkum í avgrundina

- Flestu libanesar vilja liva uttan kríggj. Nógv av okkum er rættiliga óð um, at Hizbollahs-fólk sita her og leggja ætlanir um kríggj.

Vónleysir og óttafullir libanesar eru frá sær sjálvum um ísraelsku krígsførsluna í Libanon - enn einaferð. 

 

Men, øðin hjá teimum er eisini vend móti Hizbollah, sum fleiri halda eisini hevur sína ábyrgd av krígnum sum er.

 

Í einari fjallabygd miðskeiðis í Libanon heldur ein stór familja til. Fleiri í familjuni eru úr suðurlibanesiska býnum, Tyr, haðani tey eru flýdd undan krígnum.

 

- Hetta er ræðuligt. Longu nú hava fleiri av okkum mist húsini. Hizbollah hevur - aftur - kastað Libanon út í eitt kríggj, sigur ein libanesisk kvinna.

 

Tað er norska Dagbladet, sum hevur vitjað í bygdini, og talan er um eina kvinnu, sum tey á Dagbladet hava kent í fleiri ár.

 

Kvinnan ynskir ikki at vera navngivin, men vil gjarna siga, hvat hon heldur um innrásina og kríggið.

 

Hon heldur nevniliga, at lesarar her um okkara leiðir saktans kunnu fáa at vita, hvat hon heldur um kríggið í landinum.

 

- Tað er ikki soleiðis, at eg fegnist um Ísrael. Ísrael er ein kriminellur statur, og í Libanon hevur verið nokk at kríggi, sigur hon.

 

Kvinnan er 60 ár og hevur upplivað fleiri áratíggjur við kríggi. 

 

- Flestu libanesar vilja liva uttan kríggj. Nógv av okkum er rættiliga óð um, at Hizbollahs-fólk sita her og leggja ætlanir um kríggj, samstundis sum fólk doyggja í gøtunum.

 

Libanesiska kvinnan sigur við Dagbladet, at hetta kann slett ikki góðtakast - ei heldur rættvísgerast.